Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. apríl 1992Nr. 37
Kunngerð um merking av vørum til útflutnings, sum broytt við kunngerð nr. 57 frá 26. mars 1993
Við heimild í §§ 23, 24 og 41 í løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur v.m. hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1.1) Fiskavirki, ið framleiðir ella pakkar fisk og fiskaúrdráttir (krabbadýr og lindýr íroknað) til útflutnings, skal merkja hesar vørur við løggildingarnummarinum hjá virkinum, framleiðslu- ella pakkidegnum, upprunalandinum og fiskaslagnum. Upplýsingarnar skulu vera á pakkitilfarinum, á sjálvari vøruni ella á einum viðfestum seðli.
Stk. 2. Alifiskur, ið verður útfluttur, skal umframt ásetingarnar í stk. 1 merkjast við skrásetingarnummarinum hjá alibrúkinum, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan veitir.
Stk. 3. Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann gera nærri reglur um merkingina sambært stk. 1 og 2.
§ 2. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eftirlit við, at ásetingarnar í hesi kunngerð verða hildnar.
Stk. 2. Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann í eitt ár eftir at kunngerðin kemur í gildi gera undantak frá ásetingunum í § 1.
§ 3. Brot á hesa kunngerð verða sambært § 51, stk. 2 í løgtingslóg um matvørur v.m. revsað við bót ella hefti.
§ 4. Henda kunngerð fær gildi 1. juni 1992.