Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. juni 2004Nr. 37
Kunngerð um undantaksloyvi at fáa toll- og avgjaldsskyldugar vørur útflýggjaðar móti veiting av peningatrygd (tollkreditti), sum broytt við kunngerð nr. 40 frá 31. mars 2020
Við heimild í § 13, stk. 2 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 123 frá 1. desember 2003 verður ásett:
§ 1. Toll- og Skattstova Føroya kann eftir umsókn loyva, at toll- og avgjaldsskyldugar vørur verða útflýggjaðar beinleiðis uttan tollgreiðslu, treytað av, at:
1) tollgreiðslan verður gjørd elektroniskt,
2) peningatrygd verður veitt fyri innflutningsavgjøldini.
Stk. 2. Trygdin, sum skal kunna rindast, skal svara til avgjøldini av móttiknum toll- og avgjaldsskyldugum vørum ein miðal mánaða seinasta 12 mánaða tíðarskeiðið, tó í minsta lagi kr. 100.000,00.
Stk. 3. Almennir stovnar skulu ikki veita trygd sambært § 1, stk. 1, nr. 2.
§ 2. 1) Tollur og avgjøld av teimum vørum, ið eru móttiknar í einum mánaði, skulu vera goldin í seinasta lagi 28. í mánaðinum eftir.
Stk. 2. Renta verður roknað av ov seint goldnum tolli- og avgjøldum eftir reglunum í tolllógini.
Stk. 3. Avgjøld og renta, sum eru gjaldkomin, kunnu innheintast við útpanting eftir reglunum í tolllógini.
§ 3. Avvarðandi flutningsfelag skal skjótast til ber lata vørumóttakaranum uppgerð yvir tær vørur, ið eru útflyggjaðar sambært undantaksloyvi.
Stk. 2. Vørumóttakarin skal í seinasta lagi 14 dagar aftaná, at vøran er komin, tollavgreiða vøruna elektroniskt.
Stk. 3. Fakturar, konossement, loyvir og onnur skjøl sum eru neyðug fyri rættari avgjaldsavgreiðslu, umframt tollrokning skulu goymast á virkinum. Hesi skjøl verða at roknað sum roknskaparlig skjøl, jbr. kunngerðina um minstukrøv til bókhald og roknskap.
Stk. 4. Toll- og Skattstovan kann krevja, at vørurnar ikki verða pakkaðar upp ella tiknar í nýtslu, fyrr enn hon loyvir hesum.
§ 4. Brýtur vørumóttakarin reglurnar í hesi kunngerð, kann Toll- og Skattstovan taka tað givna loyvið aftur.
Stk. 2. Toll- og Skattstovan kann eftir umsókn veita loyvi av nýggjum. Vørumóttakari, sum Toll- og Skattstovan hevur tikið loyvið frá, tí hann hevur brotið reglurnar í hesi kunngerð, kann tó ikki fáa loyvið aftur, fyrr enn 6 mánaðar aftaná, at hann misti loyvið, uttan so, at serligar umstøður tala fyri at víkja frá hesi tíðarfreist.
§ 5. Loyvir, ið eru givin við heimild í § 13, stk. 2 í tolllógini, í teimum førum tá innflytarin ikki hevur gjørt avtalu við Toll- og Skattstovu Føroya um elektroniska tollavgreiðslu, eru ikki galdandi, eftir at henda kunngerð er komin í gildi.
Stk. 2. Í serligum førum, tá ið umstøðurnar almikið tala fyri tí, kann Toll- og Skattstova Føroya gera undantak frá stk. 1 og gera avtalu við innflytarar um at leingja givna loyvið.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2004. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 131 frá 4. oktober 2001 um undantaksloyvi at fáa toll- og avgjaldsskyldugar vørur útflyggjaðar móti veiting av peningatrygd (tollkreditti).
Fíggjarmálaráðið, 7. juni 2004
Bárður Nielsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)
1) Broytt við kunngerð nr. 40 frá 31. mars 2020, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 30. september 2020.”