Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. mars 2001Nr. 37
Kunngerð um nýtslu og burturbeining av evnum og tilfari frá havstøðum, sum broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007
Við heimild í § 30, § 33, stk. 1, § 38, stk. 5, § 39, stk. 3, § 40, stk. 2 og § 61 í kgl. fyriskipan nr. 646 frá 12 august 1999 “om ikrafttræden for Færøerne af lov om beskyttelse af havmiljøet”, hevur landsstýrismaðurin fyrisett:
Endamál, allýsingar v.m.
§ 1. Kunngerðin fevnir um nýtslu av evnum og tilfari á havstøðum og um burturbeining í luft, á sjógv, í undirgrundina ella á land sum beinleiðis stavar frá kolvetnisvirksemi á føroyskum fiski- og sjóøki og landgrunni.
§ 2. Hesi hugtøk skulu skiljast soleiðis:
1) Havstøðir:
a) Fastur útbúnaður sum pallar, rørleiðingar og onnur virki og innrættingar á sjóøkinum og landgrunninum, ið verða nýtt til kolvetnisvirksemi.
b) Flytandi eindir sum boriskip, -rygg, framleiðslu-, goymslu-, íbúðar- og tílík før, meðan tey eru støðuføst og verða nýtt til kolvetnisvirksemi.
2) Nýtsla: Einhvør nýtsla ella goymsla av evnum og tilfari, sum verða nýtt í sambandi við leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum.
3) Burturbeining: Einhvør burturbeining og eitthvørt útlát í havið ella í luftina, einhvør innspræning í undirgrundina, ella einhvør burturbeining á landi av evnum og tilfari.
4) Besta tøka tøknin: Tann tøknin, sum hevur bestu umhvørvisligu úrslit, og kann fremjast tøkniliga og búskaparliga.
5) Raðfesting av nýtslu og viðgerð av burturkasti: Avmarking av tilfarsnýtslu, tilfars-endurnýtsla, endurnýgging av tilfari, endurnýtsla sum brenni og burturbeining.
Loyvi og umsókn
§ 3. 1) Nýtsla ella burturbeining av evnum ella tilfari má bert fara fram við loyvi frá Umhvørvisstovuni.
Stk. 2. 1) Umsókn, sum verður grundarlag undir loyvinum, skal av fyristøðufelagnum sendast Umhvørvisstovuni.
Umsóknin
§ 4. Í umsóknini skulu vera allar upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at meta um ávirkanina á umhvørvið av nýtslu ella burturbeining av viðkomandi evnum og tilfari.
Stk. 2. Í umsóknini skulu vera upplýsingar, so metast kann um, hvørt besta tøka tøknin verður nýtt fyri at avmarka ávirkanina á umhvørvið.
Stk. 3. Umsóknin skal innihalda upplýsingar um hesi viðurskifti:
1) slag av havstøð, landafrøðilig knattstøða og endamálið við virkseminum,
2) vistfrøðina á økinum har borað verður, alis- og evnafrøðilig viðurskifti umframt lívfrøðiliga tilfeingið, sum finst á økinum,
3) frágreiðing um umhvørvisstýriskipan, umhvørvispolitikk, umhvørvismál og mannagongdir, sum verða nýttar í sambandi við innaneftirlit,
4) nýtsla av evnum og tilfari: Nøgd, samanseting, umhvørvisligar eginleikar, greiningar-, reinsanar- og burturbeiningarhættir,
5) borispønir (cuttings): Nøgd, samanseting, reinsanar- og burturbeiningarhættir,
6) frágreiðing um raðfestingina, jvb. § 2, nr. 5, og
7) umhvørvisverjandi tiltøk.
Stk. 4. 1) Umhvørvisstovan kann í samband við viðgerð av umsóknum biðja um ískoytisupplýsingar.
§ 5. 1) Umhvørvisstovan kann áseta treytir í sambandi við veitan av tí í § 3 nevnda loyvi.
Stk. 2. Er annað ikki ásett í loyvinum, er tað galdandi, meðan virksemið á ásetta staði fer fram, jvb. tó § 11.
Eftiransing v.m.
§ 6. 1) Umhvørvisstovan kann, í sambandi við leiti- og framleiðsluboringar ella framleiðslu, áleggja eigara ella brúkara av havstøð at gera kanningar ella seta í verk tiltøk til eftiransing og varðveitslu av umhvørvinum á sjóøkinum uttanum. Umhvørvisstovan kann áleggja eigara ella brúkara av havstøð at varðveita sjóøkið í umhvørvisliga fullgóðum standi.
Stk. 2. 1) Umhvørvisstovan kann ásetta nærri leiðreglur fyri hesum arbeiði, og lata arbeiðið gera fyri eigarans ella brúkarans rokning um hetta verður mett neyðugt við atliti at altjóða avtalum.
Aðrar ásetingar
§ 7. Tað er bannað at blaka amboð á sjógv.
Stk. 2. 1) Umhvørvisstovan kann gera av, at øll størri útgerð, sum verður nýtt á havstøðum, ella verður flutt til og frá havstøðum, skal vera merkt.
§ 8. 1) Eigari ella brúkari av havstøð hevur skyldu at boða Umhvørvisstovuni frá, nær virksemið á havstøðini heldur uppat.
Eftirlit og afturtøka av loyvinum
§ 9. 1) Umhvørvisstovan hevur eftirlit við, at reglurnar í hesi kunngerð verða hildnar.
§ 10. 1) Eigari ella brúkari av havstøð skal lata allar upplýsingar, sum eru neyðugar fyri, at Umhvørvisstovan kann hava eftirlit við tí virksemi, sum er fevnt av hesi kunngerð. Umhvørvisstovan kann, í tann mun tað er neyðugt í sambandi við eftirlitið, áleggja eigara ella brúkara av havstøð at hava royndarútgerð tøka, lata inn royndir, rádáta, viðgerðarúrslit, tulkingar og metingar, umframt tøkniligar og fíggjarligar upplýsingar.
§ 11. 1) Um so er, at umstøðurnar, sum liggja til grund fyri loyvinum, verða broyttar munandi, skal eigari ella brúkari av havstøð beinanvegin geva Umhvørvisstovuni fráboðan um hetta.
Stk. 2. 1) Umhvørvisstovan kann til eina og hvørja tíð broyta ella taka loyvi aftur, um so er, at reglur ella ásettar treytir sambært hesi kunngerð ikki verða hildnar. Sama er galdandi, um tað í umsókn um loyvi eru latnar rangar ella villleiðandi upplýsingar, ella um umstøðurnar munandi eru broyttar.
Revsing og gildiskoma
§ 12. 1) Um harðari revsing ikki er ásett eftir lóggávuni annars, verður við bót, hefti ella fongsul í upp til 1 ár, revsaður tann, sum
1) nýtir ella burturbeinir evni ella tilfar frá havstøð uttan loyvi frá Umhvørvisstovuni eftir § 3,
2) letur rangar upplýsingar í sambandi við umsókn eftir § 4,
3) ikki heldur treytir í loyvinum eftir § 5,
4) ikki letur inn upplýsingar ella royndir eftir § 10 og § 11, ella
5) ikki heldur reglurnar um eftiransing og upprudding eftir §§ 6–8.
§ 13. Verður brotið framt av partafelag, lutafelag, smápartafelag ella tílíkum, kann bótin verða kravd av felagnum sjálvum.
Stk. 2. Er brotið framt av landinum, einari kommunu ella einum kommunalum felagsskapi, kann landinum, kommununi ella kommunala felagsskapinum verða áløgd bót.
§ 14. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Oljumálastýrið, 8. mars 2001
Eyðun Elttør (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)
1) Broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007, har § 15 er soljóðandi: “Henda kunngerð kemur í gildi 1.oktober 2007.”