Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. mars 2000Nr. 37
Kunngerð um gjøld fyri tænastur, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan veitir
Við heimild í § 1, stk. 2, í løgtingslóg nr. 23 frá 13. mars 1986 um Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, § 42, stk. 5, í løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur v.m. og § 6, stk. 2, í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd verður ásett:
§ 1. Heilsufrøðiliga Starvsstovan ásetir gjald fyri sínar veitingar til fulnað fyri tær útreiðslur, sum standast av veitingunum. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við prísásetingunum hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
§ 2. Heilsufrøðiliga Starvsstovan ger príslista fyri sýniskanning, løggilding, skráseting, góðkenning, váttan, eftirlit o.s.fr.
§ 3. Um prísásetingargrundarlagið broytist, ella nýggir greiningarhættir verða lagdir afturat, kann Heilsufrøðiliga Starvsstovan broyta gjaldið ella áseta nýggj gjøld. Landsstýrimaðurin skal kunnast um broytingarnar.
§ 4. Príslistin verður ikki kunngjørdur, men dagførdur listi fæst við at venda sær til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.
§ 5. Avsláttur kann veitast soleiðis:
Kanningar út yvir 25.000 kr. árliga: 10% í avsláttri.
Kanningar út yvir 50.000 kr. árliga: 25% í avsláttri.
Avsláttur verður avroknaður eina ferð um árið í 1. ársfjórðingi í eftirfylgjandi ári.
§ 6. Kostnaðurin fyri kanningar, ið hava skund, er vanligt gjald + 100%.
§ 7. Er eingin serstøk avtala gjørd, fella kravd gjøld til gjaldingar í verandi mánaði + 25 dagar. Verða gjaldstreytirnar ikki hildnar, kann Heilsufrøðiliga Starvsstovan sýta fyri at gera fleiri tænastur fyri viðkomandi, tá uppgávan ikki er løgd til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna sambært lóg.
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi 1. apríl 2000. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 79 frá 1993 um gjøld fyri tænastur gjørdar av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum broytt við kunngerð nr. 27 frá 1. mars 1994.
Vinnumálastýrið, 20. mars 2000
Finnbogi Arge (sign.)
landsstýrismaður
/ Arni Poulsen (sign.)