22. mars 2023Nr. 37
Kunngerð um broyting í kunngerð um upplýsingar til keypara um søluprís og eindarprís
(Mátingareindin litur verður sett í kunngerðina)
§ 1
Í kunngerð nr. 15 frá 13. februar 2023 um upplýsingar til keypara um søluprís og eindarprís verður § 2, nr. 2, orðað soleiðis:
“2) Eindarprísur: Endaligi prísurin, íroknað meirvirðisgjald, pant og øll onnur avgjøld, í hesum mátingareindum: eitt kilo, ein litur, ein metur, ein fermetur ella ein rúmmetur fyri eina vøru ella vørueind, sbr. tó § 7.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 22. mars 2023
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)