Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
31. mars 2020Nr. 37
Kunngerð um broyting í kunngerð um umsiting av ogn hjá ómyndugum og persónum undir verju
(Myndugleikaflyting vegna yvirtøku av málsøkinum)
§ 1
Í kunngerð nr. 31 frá 27. apríl 2010 um umsiting av ogn hjá ómyndugum og persónum undir verju, sum broytt við kunngerð nr. 35 frá 8. apríl 2019, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 14, stk. 1 og 2 og í § 18, stk. 4 verður “Tryggingareftirlitinum” broytt til: “Familjufyrisitingini”.
2. Í § 15 og § 18, stk. 3 verður “Tryggingareftirlitið” broytt til: “Familjufyrisitingin”.
3. Í § 23, stk. 1 og § 30 verður “Tryggingareftirlitið” broytt til: “Familjufyrisitingina”.
4. Í § 23, stk. 2 verður “Tryggingareftirlitið” broytt til: “Familjufyrisitingini” og aftan á “cd-rom” verður sett: “ella elektroniskt”.
5. § 40 verður orðað soleiðis:
“§ 40. Avgerðir hjá umsitingardeildum og avgerðir hjá Familjufyrisitingini kunnu kærast til Kærunevndina í almanna- familju- og heilsumálum.”
6. Í § 41, stk. 1 verður “og kæruviðgerð sambært § 40” strikað.
7. Í § 41, stk. 1 og stk. 2 verður “Innlendismálaráðið” broytt til: “Almannamálaráðið”.
8. Í § 41, stk. 2, 1. pkt. verður “og kæruviðgerð” strikað.
9. Í § 41, stk. 2, 2. pkt. verður “Innlendismálaráðnum” broytt til: “Almannamálaráðnum”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almannamálaráðið, 31. mars 2020
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)