Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Áður galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Áður galdandi
  • Myndugleiki: Eingin
  • Útgávudagur: 25-03-2000
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

20. mars 2000Nr. 38

Kunngerð um lærararáð á yrkisskúlum

Við heimild í § 20, stk. 2, í løgtingslóg nr. 106 frá 29. desember 1998 um yrkisskúlar verður ásett:

§ 1. Eitt lærararáð verður skipað á Føroya Handilsskúla í Tórshavn, eitt á Føroya Handilsskúla á Kambsdali, eitt á Tekniska Skúlanum í Tórshavn og eitt á Tekniska Skúlanum í Klaksvík.

§ 2. Allir lærarar og skúlastjóri/deildarstjóri eru limir í lærararáði skúlans.

Stk. 2. Millum limir lærararáðsins verða valdir 3 limir í eina starvsnevnd at avgreiða gerandismál. Hesir verða valdir fyri 1 ár í senn.

Stk. 3. Starvsnevndin skipar seg við formanni, varaformanni og skrivara.

Stk. 4. Skúlastjórin/deildarstjórin kann ikki veljast í starvsnevndina.

Stk. 5. Starvsnevndin ásetir sjálv sína starvsskipan.

Stk. 6. Starvsnevndin umboðar lærararnar alment og yvir fyri stýri skúlans og skúlastjóra.

§ 3. Val til starvsnevndina, sbrt. § 2, stk. 2, fer fram í mars mánaði á hvørjum ári. Fráfarandi starvsnevnd skipar fyri vali av nýggjari starvsnevnd. Um einki lærararáð er í skúlanum, sær skúlastjórin/deildarstjórin til, at lærararáð verður skipað.

Stk. 2. Um meiri enn 1/3 av øllum limunum í lærararáðnum skrivliga krevur tað, verður skipað fyri vali av nýggjari starvsnevnd í skúlanum hóast ásetingina í stk. 1.

Stk. 3. Starvsfólk skúlans og umboð fyri næmingaráðið kunnu verða við á lærararáðsfundum. Hesi hava talu- og uppskotsrætt, men ikki atkvøðurætt.

Stk. 4. Tá mál, ið snúgva seg um uppskot til tíma- og lærugreinabýti, uppslag av leysum størvum og innstilling til starvssetanir, eru til viðgerðar, kunnu bert lærarar í føstum starvi luttaka á fundi.

Stk. 5. Lærararáðið kann seta nevndir at viðgera serlig mál og at gera tilmæli til skúlastjóran/deildarstjóran.

§ 4. Formaðurin boðar til lærararáðsfund, tá ið hann heldur tað vera neyðugt, og hann hevur skyldu at kalla ráðið saman, um skúlastjórin/deildarstjórin ella í minsta lagi 1/5 av limunum skrivliga krevja tað. Tó verður fundur hildin tvær ferðir hvørja lestrarhálvu. 1 viku undan fundardegnum fáa allir lærararáðslimir skrivliga fundarboð og fyribils dagsskrá fyri komandi fundin, eins og fundurin samstundis verður lýstur við uppslagi við fyribils dagskrá á lærarastovuni 1 viku undan fundardegnum.

Stk. 2. Formaðurin ger endaligu fundarskránna, og verður hon sligin upp á lærarastovuni 2 gerandisdagar undan fundinum. Limir lærararáðsins kunnu seta fram uppskot til fundarskrá í seinasta lagi 3 gerandisdagar undan fundinum. Starvsfólk skúlans og umboð fyri næmingaráðið kunnu fáa mál á fundarskránna í seinasta lagi 3 gerandisdagar undan fundinum. Mál kunnu takast av skránni, um ein meiriluti í lærararáðnum er fyri tí.

Stk. 3. Lærararáðslimirnir hava skyldu at møta á lærararáðsfundi, og møguligt forfall og grundin fyri tí skal frammanundan vera fráboðað starvsnevndini.

Stk. 4. Lærararáðsfundir skulu haldast uttan fyri vanliga skúlatíð.

§ 5. Avgerðir í lærararáðnum verða tiknar við vanligum meiriluta. Allir limir kunnu á fundi seta fram uppskot til samtyktar um mál, sum eru á fundarskránni.

Stk. 2. Skrivarin førir gerðabók, og verður hon undirskrivað av formanni og skrivara. Allar avgerðir og samtyktir lærararáðsins verða førdar í gerðabók. Um atkvøðugreiðsla verður, verða málsevni og úrslit førd í gerðabók. Minnilutar kunnu krevja, at teirra sjónarmið í stuttum verða førd í gerðabók.

Stk. 3. Um limur í lærararáðnum ikki er á fundi, verður hetta ført í gerðabók, og skal tað viðmerkjast “við avboði” ella “uttan avboð”.

Stk. 4. Skrivarin letur øllum lærararáðslimum fundarfrágreiðingina persónliga. Útskrift av fundarfrágreiðingini kann verða latin øðrum eftir umbøn.

§ 6. Fundarútreiðslur, ið standast av virksemi lærararáðsins, verða goldnar av fíggjarætlan skúlans.

Stk. 2. Skúlin sær til, at starvsnevndin hevur atgongd til høli at halda fundir í, umframt til tiltøk, ið hava felags áhuga í skúlanum.

§ 7. Lærararáðið gevur skúlastjóranum/deildarstjóranum tilmæli um:

1)   námsfrøðiligar spurningar,

2)   royndarundirvísing,

3)   ársætlan fyri undirvísingina á skúlanum,

4)   innleiðsluskeið og evnisvikur,

5)   námsferðir og

6)   keyp ella endurnýggjan av undirvísingaramboðum, innbúgvi og tólum.

Stk. 2. Lærararáðið fær hesi mál til ummælis, áðrenn avgerð verður tikin:

1)   fíggjarætlan skúlans,

2)   møgulig tiltøk ímóti næmingum, sum fremja brot á galdandi reglur skúlans,

3)   byggimál,

4)   upptøka av flokkum,

5)   tíma- og lærugreinabýti,

6)   uppsløg av størvum, og

7)   innstilling til størv.

Stk. 3. Lærararáðið skal úttala seg um øll mál, sum starvsnevndin, skúlastjórin/deildarstjórin, næmingaráðið, skúlastýrið ella fyrisitingarligi myndugleikin leggja fyri tað.

Stk. 4. Avgerðir, samtyktir, tilmæli og ummæli lærararáðsins skulu fráboðast skúlastjóranum/deildarstjóranum skrivliga.

Stk. 5. Lærararáðið hevur hvørki rætt ella skyldu til at úttala seg um viðurskifti hjá tí einstaka læraranum.

§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2000.

 

 

Undirvísingar- og Mentamálastýrið, 20. mars 2000

 

Signar á Brúnni (sign.)

landsstýrismaður

/ Petur Petersen (sign.)