Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. mars 2003Nr. 38
Kunngerð um ásetan av neyðugari upphædd til uppihald í sambandi við arbeiði skipað gjøgnum Nordjobb
Við heimild í § 33, nr. 10 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum verður ásett:
§ 1. Upphæddin, sum verður hildin neyðug til uppihald, er fyri álmanakkaárið 2001 kr. 60.000, fyri 2002 kr. 62.000, og fyri 2003 kr. 63.000, og verður hon minkað í mun til longdina á dvølinum í Føroyum og alt álmanakkaárið.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis sum henda kunngerð kemur í gildi, fara úr gildi kunngerð nr. 27 frá 11. mars 1998 um ásetan av neyðugari upphædd til uppihald í samband við arbeiði skipað gjøgnum Nordjobb, kunngerð nr. 1 frá 11. januar 1999 um ásetan av neyðugari upphædd til uppihald í samband við arbeiði skipað gjøgnum Nordjobb og kunngerð nr. 30 frá 14. mars 2000 frá fíggjarmálastýrinum um ásetan av neyðugari upphædd til uppihald í sambandi við arbeiði skipað gjøgnum Nordjobb.
Fíggjarmálaráðið, 21. mars 2003
Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)