Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
31. mars 2022Nr. 38
Kunngerð um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág
Við heimild í § 18, stk. 6 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum broytt við løgtingslóg nr. 117 frá 25. september 2013, verður ásett:
§ 1. Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár minni enn 543 kr., verður einki tilskot veitt.
§ 2. Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár 543 kr. ella størri, er tilskotið:
1) 40% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 543 kr. ella størri, men minni enn 1.086 kr.,
2) 60% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 1.086 kr. ella størri, men minni enn 2.172 kr.,
3) 75% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 2.172 kr. ella størri, men minni enn 5.759 kr.,
4) 100% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 5.759 kr. ella størri, og
5) 100% av tí partinum sum er 2.585 kr. ella størri hjá persónum, sum eru fyltir 67 ár, og hjá fyritíðarpensjónistum.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 194 frá 17. desember 2020 um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág.
Heilsumálaráðið, 31. mars 2022
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)