Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Áður galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Áður galdandi
  • Myndugleiki: Eingin
  • Útgávudagur: 23-03-2001
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

9. mars 2001Nr. 39

Kunngerð um møtiskyldu í yrkisútbúgvingunum

Við heimild í § 4, stk. 1, § 30, stk. 2, og § 47, stk. 2, í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, við seinni broytingum, verður ásett:

Kapittul 1

Møtiskylda

§ 1. Lærlingur hevur skyldu at fylgja skúlaundirvísingini sambært viðkomandi útbúgvingarkunngerð og at fylgja skilhaldsreglum skúlans, ið verða staðfestar av landsstýrismanninum.

§ 2. Skúlastjórin skal í seinasta lagi við skúlaskeiðsbyrjan kunna lærlingin um møtiskylduna og um skilhaldsreglurnar annars, herímillum um mannagongd í sambandi við fráveruuppgerð og tey tiltøk, sum verða framd, um lærlingurin ikki heldur møtiskylduna og galdandi reglur.

Stk. 2. Skúlin hevur skyldu til at skráseta fráveru lærlingsins, eins og orsøkirnar fyri møguligari fráveru, og at skráseta tiltøk mótvegis lærlinginum í sambandi við brot á galdandi reglur.

Stk. 3. Einstaki lærlingurin skal hava møguleika fyri at eftirkanna skrásetingina av fráveru síni.

§ 3. Lærlingur, sum vegna sjúku er burtur frá undirvísingini í styttri tíðarskeiði, skal lata skúlanum sjúkraváttan fyri tíðarskeiðið, hann er sjúkur.

Stk. 2. Skúlin kann í serligum føri, eftir umsókn frá lærlingi og í samráð við læruplássið, játta styttri fráveru frá undirvísingini, um skúlin út frá eini ítøkiligari meting heldur, at lærlingurin hóast fráveruna kann røkka málið fyri útbúgvingina.

Kapittul 2

Burturvísing frá undirvísingini

§ 4. Lærlingur kann vera burturvístur frá undirvísingini, um hann uttan lógligt forfall er burtur frá undirvísingini.

Stk. 2. Lærlingur kann bert verða burturvístur, um onnur tiltøk, sum t.d. samtalur ella ávaringar, eru roynd. Skúlastjórin sær til, at tílík tiltøk verða skrásett.

Stk. 3. Skúlin ger av, hvørji tiltøk eftir stk. 2 skulu setast í verk í mun til brot lærlingsins, herímillum samrøður, ávaringar ella burturvísing frá undirvísingini. Í sambandi við burturvísing ger skúlin í samráð við læruplássið av, um skúlaskeiðið heilt ella partvís kann takast umaftur.

§ 5. Hevur lærlingur framt eitt misbrot av serliga grovum slagi, kann hann verða burturvístur frá undirvísingini alt fyri eitt uttan ávaring.

§ 6. Hevur lærlingur í longri tíð verið burtur frá undirvísingini, og skúlin uttan úrslit hevur roynt at fáa samband við hann, verður lærlingurin at rokna sum givin. Skúlin boðar í innskrivaðum brævi lærlinginum og læruplássinum frá um avgerðina saman við ítøkiligum grundgevingum.

Stk. 2. Er lærlingur ikki myndigur, verður fráboðanin send tí, sum hevur foreldramyndugleikan, og avrit av fráboðanini sent lærlinginum og læruplássinum.

Kapittul 3

Kæra

§ 7. Næmingur kann kæra avgerð skúlastjórans sambært hesi kunngerð, herímillum avgerð um burturvísing ella onnur agatiltøk, til landsstýrismannin innan 7 dagar aftaná, at lærlingurin er kunnaður um avgerðina.

Stk. 2. Um lærlingurin ikki er myndugur, kann tann, ið hevur foreldramyndugleikan, senda kæruna.

Stk. 3. Kæran verður send skrivliga til skúlastjóran, sum sendir hana víðari til Mentamálastýrið saman við sínum ummæli. Áðrenn málið verður sent Mentamálastýrinum, skal skúlastjórin geva tí, ið kærir, møguleika fyri innan 7 dagar at gera viðmerkingar til ummæli skúlastjórans. Møguligar viðmerkingar skulu eisini sendast Mentamálastýrinum.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin ger av, um avgerð skúlastjórans skal standa við, ella um avgerðin skal broytast til frama fyri tann, ið hevur kært.

Kapittul 4

Gildiskoma

§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Kunngerðin fevnir eisini um teir lærlingar, sum hava byrjað útbúgving sambært løgtingslóg nr. 29 frá 12. oktober 1954 um lærlingaviðurskifti, við seinni broytingum.

 

Mentamálastýrið, 9. mars 2001

 

Tórbjørn Jacobsen (sign.)
landsstýrismaður

/ Petur Petersen (sign.)