Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. apríl 2019Nr. 39
Kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir havtasku og svartkalva við gørnum í føroyskum sjógvi
Við heimild í § 28, stk. 1, § 39, stk. 1, nr. 1, 3 og 4, stk. 2, nr. 2 og 10, § 44, stk. 1, § 46, stk. 3 og § 81, stk. 2 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin skipar fiskiskapin við fiskiførum undir føroyskum flaggi eftir havtasku, Lophius piscatorius, og svartkalva, Reinhardtius hippoglossoides, við gørnum í føroyskum sjógvi.
Fiskiloyvi
§ 2. Loyvt er í mesta lagi:
1) fýra fiskiførum at reka beinleiðis veiði eftir havtasku og svartkalva við gørnum,
2) trimum fiskiførum at reka beinleiðis veiði eftir svartkalva við gørnum,
3) einum fiskifari at reka beinleiðis veiði eftir havtasku við gørnum, og
4) einum fiskifari undir 80 tons at reka beinleiðis veiði eftir havtasku við gørnum.
Stk. 2. Fiskiloyvi, sambært stk. 1, verða latin persóni ella felag, sum í 2018, við fiskifari undir føroyskum flaggi, hevði rætt til fiskiloyvi til fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum í føroyskum sjógvi.
Stk. 3. Fiskiskapur eftir havtasku og svartkalva er bert loyvdur við fiskifari, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn.
Stk. 4. Fiskiloyvið til at fiska sambært hesi kunngerð er samstundis ein góðkenning at reka fiskiveiðu eftir ásetingunum í § 5 í løgtingslógini.
Leiðir
§ 3. Fiskifør, við loyvi sambært § 2, stk. 1, nr. 1 og 3, kunnu veiða havtasku á hesum leiðum, samanber tó § 5:
1) Alt árið á leiðum vestan fyri eina linju drigna millum hesi støð:
a) 64°47'00" N, 07°45'00" V
b) 62°38'00" N, 07°45'00" V
c) 62°28'00" N, 08°20'00" V
d) 62°24'00" N, 08°40'00" V
e) 62°17'00" N, 08°53'00" V
f) 62°10'00" N, 09°00'00" V
g) 61°47'00" N, 08°34'00" V
h) 61°38'00" N, 08°14'00" V
i) 61°30'00" N, 08°12'00" V
j) 61°27'00" N, 08°05'00" V
k) 61°26'00" N, 07°45'00" V
l) 60°30'00" N, 07°00'00" V
m) 59°57'00" N, 06°00'00" V
2) Alt árið innan fyri linjur drignar millum hesi støð:
a) 62°00'00"N, 05°50'00"V
b) 62°00'00"N, 05°30'00"V
c) 61°45'00"N, 05°50'00"V
d) 61°38'00"N, 05°40'00"V
e) 61°38'00"N, 06°00'00"V
f) 62°00'00"N, 05°50'00"V
§ 4. Fiskifør, við loyvi sambært § 2, stk. 1, nr. 1 og 2, hava bert loyvi at veiða svartkalva, har dýpið er meira enn 500 m, samanber tó § 5.
§ 5. Fiskifør, við loyvi sambært § 2, stk. 1, nr. 1-3, hava ikki loyvi at veiða við gørnum á niðan fyri standandi leiðum:
1) Á Íslandsrygginum innan fyri linjur drignar millum hesi støð:
a) 63°45'00"N, 10°00'00"V
b) 63°27'18"N, 10°02'00"V
c) 63°08'09"N, 11°11'36"V
d) 63°00'00"N, 11°24'40"V
e) 62°48'00"N, 09°40'00"V
f) 63°45'00"N, 10°00'00"V
2) Á Føroya Banka innan fyri linjur drignar millum hesi støð:
a) 60°50'00"N, 07°57'00"V
b) 61°03'00"N, 07°57'00"V
c) 61°15'30"N, 08°16'00"V
d) 61°13'20"N, 08°42'12"V
e) 61°00'00"N, 09°11'00"V
f) 60°48'40"N, 09°25'00"V
g) 60°24'00"N, 09°07'00"V
h) 60°50'00"N, 07°57'00"V
3) Á Ytra Banka, har tað er grynri enn 380 m. Tó er fiskiskapur eftir havtasku loyvdur á tí parti av Ytra Banka, sum er vestan fyri 10°11' V og sunnan fyri 60°38' N.
§ 6. Fiskifar, við loyvi sambært § 2, stk. 1, nr. 4, kann royna eftir havtasku við gørnum á eini leið millum 06°33'38"V og 07°12'30"V frá 12 fjórðingum úr grundlinjunum og út á eina linju drigna millum 62°55'00"N, 07°12'30"V og 02°55'00"N, 06°33'38"V.
Hjáveiða
§ 7. Hjá fiskifari, við loyvi sambært § 2, stk. 1, nr. 1-3, kann hjáveiða av toski, hýsu, upsa og kongafiski í mesta lagi vera 20% av vektini av veiðinøgdini tilsamans roknað fyri árið. Hendan avmarkingin í hjáveiðu er tó ikki galdandi fyri fiskiskap við gørnum á leiðum norðan fyri 62°39'N og vestan fyri 8°V.
Stk. 2. Hjá fiskifari, við loyvi sambært § 2, stk. 1, nr. 4, kann hjáveiða av toski, hýsu, upsa og kongafiski í mesta lagi vera 7% av vektini av veiðinøgdini tilsamans roknað fyri árið. Tó kann hjáveiðan av nevndu fiskasløgum einstakan túr vera í mesta lagi 15% av vektini av veiðinøgdini tilsamans fyri túrin.
Reiðskapur
§ 8. Fyri fiskifør, við loyvi sambært § 2, stk. 1, nr. 1-3, galda hesar treytir fyri reiðskapin:
1) Loyvt er ikki at seta ella hava standandi fleiri enn 1400 gørn í sjónum, sum eru 27,5 m til longdar, ella um onnur garnalongd verður nýtt, so má tað samlaða garnastrekkið ikki fara upp um samsvarandi longd.
2) Loyvt er ikki at nýta havtaskugørn, har meskarnir í nøkrum parti av garninum fara niður um 280 mm.
3) Loyvt er ikki at nýta svartkalvagørn, har meskarnir í nøkrum parti av garninum fara niður um 200 mm.
§ 9. Fyri fiskifør, við loyvi sambært § 2, stk. 1, nr. 4, galda hesar treytir fyri reiðskapin:
1) Loyvt er ikki at seta ella hava standandi fleiri enn 900 gørn í sjónum, sum eru 27,5 m til longdar ella, um onnur garnalongd verður nýtt, so má tað samlaða garnastrekkið ikki fara upp um samsvarandi longd.
2) Loyvt er ikki at nýta havtaskugørn, har meskarnir í nøkrum parti av garninum fara niður um 300 mm.
§ 10. Endaboyur skulu vera merktar við havnarkenningarnummarinum hjá fiskifarinum við skilligum stavum og tølum.
Stk. 2. Allar endaboyur skulu hava eina minst 1,5 m høga stongboyu við vimpli við havnarkenningarnummarinum hjá fiskifarinum.
Stk. 3. Hvør trossi skal vera merktur við nummari, sum skal førast í dagbókina við tilskilan um, nær sett er.
Aðrar ásetingar
§ 11. Loyvt er ikki at vera á svartkalvaveiði og havtaskuveiði sama túr. Loyvt er at leggja um frá svartkalvaveiði til havtaskuveiði ella øvugt innan fyri tvær vikur tvær ferðir um árið. Øll skip, við loyvi sambært § 2, stk. 1, nr. 1, skulu boða Vørn frá, tá tey leggja um, og tá tey byrja, eins og tey skulu boða frá 12 tímar, áðrenn tey gevast við fiskiskapinum.
§ 12. Fiskifør skulu, beinanvegin sett er fyrstu ferð á túrinum, boða Vørn frá, hvar gørnini standa við upplýsingum um knøttstøðu og dýpi á fyrra enda og seinna enda á hvørjum trossa sær. Verður trossi fluttur meira enn sjey fjórðingar á sama túri, skal boðast frá hesum.
Stk. 2. Tá túrur endar, og gørnini standa úti, skal boðast frá, hvar gørnini standa, og hvar ætlanin er at landa.
§ 13. Eftir at fiskifar við loyvi sambært § 2, stk. 1, nr. 1-3 hevur sett gørnini skulu ikki ganga meira enn 72 tímar, til fiskifarið er aftur hjá gørnunum og fer at draga.
Stk. 2. Eftir at fiskifar við loyvi sambært § 2, stk. 1, nr. 4 hevur sett gørnini skulu ikki ganga meira enn 120 tímar, til fiskifarið er aftur hjá gørnunum og fer at draga.
Stk. 3. Vørn kann í serligum førum veita undantak viðvíkjandi tíðarfreistini í stk. 1 og 2.
§ 14. Um fiskifar missir garn, hevur skiparin skyldu at gera sítt besta til at bjarga ella dreggja eftir garninum, og at geva Vørn fráboðan um staðsetingina, har garnið er mist. Skiparin hevur skyldu at boða Vørn frá, um tað hevur eydnast at bjarga garninum.
§ 15. Loyvt er ikki at virka veiðu umborð. Virking umborð er eftir hesi kunngerð, tá fiskurin er meiri viðgjørdur enn sløgdur, avhøvdaður, skráskorin ella stertur skorin av, sama hvussu hann er goymdur.
§ 16. Fiskifør kunnu verða áløgd at taka sýni av veiðuni.
§ 17. Fiskifør kunnu verða áløgd at gera kanningar av veiðuni, herundir av stødd, vekt og dygd.
§ 18. Tað er ikki loyvt at blaka ella sleppa fiski útaftur.
Revsing
§ 19. Brot á § 2, stk. 3, §§ 3-12, § 13, stk. 1 og 2, § 14, § 15 ella § 18 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, sum ikki fylgir boðum sambært §§ 16 ella 17.
Stk. 2. Feløg, og aðrir løgfrøðiligir persónar, koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Sambært § 87 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Gildiskoma
§ 20. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 105 frá 5. august 2013 um skipan av fiskiskapinum eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðunum.
Fiskimálaráðið, 15. apríl 2019
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)