16. mai 2011Nr. 39
Kunngerð um broyting í kunngerð um íløt, úrdráttir og pant
§ 1
Í kunngerð nr. 54 frá 31. mai 2007 um íløt, úrdráttir og pant, verður § 3, stk. 1, nr. 1 og 2 orðað soleiðis:
“1) Kr. 2,00 við MVG fyri endurfyllingaríløt, sum rúma 0,5 litrum ella minni.
2) Kr. 4,00 við MVG fyri endurfyllingaríløt, sum rúma meir enn 0,5 litrum.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Innlendismálaráðið, 16. mai 2011
John Johannessen (sign.)
landsstýrismaður
/ Rúni Joensen (sign.)