23. apríl 2010Nr. 39
Kunngerð um tænastugjald í samband við tolling og umtolling
Við heimild í § 16, stk. 5 og § 23, stk. 2 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast broytt við løgtinglóg nr. 59 frá 25. mai 2009, verður ásett:
§ 1. Fyri sendingar, sum koma til tolløkið, skal tænastugjald á kr. 30,00 rindast til TAKS fyri skráseting í post- og innflutningsskipanini. Fyri sendingar, sum eru avgjaldsfríar, skal tó einki tænastugjald rindast.
§ 2. Fyri umtolling skal rindast eitt tænastugjald á kr. 200,00.
§ 3. Tænastugjøldini í § 1 og § 2 fella til TAKS.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 7 frá 2. februar 2007 um tænastugjald í samband við tolling og umtolling.
Fíggjarmálaráðið, 23. apríl 2010
Jóannes Eidesgaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)