Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. februar 2000Nr. 4
Kunngerð um ferðastuðul til lesandi uttanlands
Við heimild í §12 í løgtingslóg nr. 45 frá 23. apríl 1999 um útbúgvingarstuðulsskipan, verður áett:
Kapitul 1
Treytir fyri ferðastuðli
§ 1. Ferðastuðul verður veittur til eina ferð til og úr Føroyum um árið eftir umsókn sambært reglunum í hesi kunngerð.
§ 2. Fyri at fáa ferðastuðul eftir hesi skipan skal umsøkjarin:
1) Hava búð í Føroyum í minsta lagi 2 ár, beint undan lestrarbyrjan ella hava búð í Føroyum, áðrenn hann/hon hevur fylt 6 ár og ikki hava búð uttan fyri Føroyar í meira enn 10 ár, eftir at hann/hon hevur fylt 6 ár.
2) Ganga á eini góðkendari fulltíðarútbúgving uttan fyri Føroyar, ið er 1 lestrarár ella longri.
3) Vera búsitandi í lestrarlandinum.
4) Vera lestrarvirkin smb. stk. 2 ella stk. 3.
5) Lúka treytirnar fyri lestrartíð, sum eru ásettar í § 3.
6) Onga fasta løn fáa frá útbúgvingarstaðnum, smb. stk. 4.
7) Ongan arbeiðsloysis-, farloyvis- ella almannastuðul fáa, smb. stk. 5.
Stk. 2. Umsøkjari er lestrarvirkin, til tað við royndum ella á annan hátt verður mett, at hann ikki kann standa endaligu royndirnar, uttan at lestrartíðin verður longd munandi.
Stk. 3. Umsøkjari, ið gongur á eini miðnámsútbúgving, skal í minsta lagi hava 20 frálærutímar um vikuna.
Stk. 4. Umsøkjari í partvís løntari útbúgving er ikki stuðulsheimilaður, um meira enn ½ av samlaða útbúgvingartíðarskeiðnum er lønt.
Stk. 5. Umsøkjari, ið fær arbeiðsloysis-, farloyvis- ella almannastuðul er ikki stuðulsheimilaður um viðkomandi verður stuðlaður meira enn ½ av stuðulsárinum.
§ 3. Tað er bert møguligt at fáa ferðastuðulin einaferð í hvørjum lestrarári.
Stk. 2. Ferðastuðul kann ikki søkjast fyrrenn ½ lestrarár er runnið og skal søkjast innan lestrarárið er útrunnið.
Stk. 3. Ferðastuðul verður í mesta lagi veittur 4 ár til eftirskúlar, miðnámsútbúgvingar o.l. tilsamans, og ongantíð meira enn eitt ár eftir ásettu lestrartíðina. Hetta er tó bert galdandi fyri miðnámsútbúgvingar.
Stk. 4. Ferðastuðul verður í mesta lagi latin til framhaldslestur í 6 ár, og ongantíð meira enn 1 ár eftir ásettu lestrartíðina. Hetta er tó bert galdandi fyri útbúgvingar, ið eru 3 ár ella longri.
Stk. 5. Í uppgerðini av stuðulsárum í stk. 3 og 4, verða øll tíðarskeið, sum umsøkjarin hevur fingið stuðul frá SU ella frá Landsstýrinum/Stuðulsstovninum, íroknað.
Stk. 6. Undantak frá teimum 6 árunum í stk. 4, kann tó gerast, um ásetta lestrartíðin er longri enn 5 ár fyri eina útbúgving.
Stk. 7. Stuðulsstovnurin kann gera undantak frá reglunum í stk. 3 og 4, um lestrartíðin er longd vegna ráðsarbeiði, sjúku, barnsburð, ættleiðing ella vísindaligt arbeiði.
Kapitul 2
Uppihaldarar
§ 4. Lesandi, sum hava uppihaldsskyldu, kunnu søkja um ferðastuðul til børnini.
Stk. 2. Ferðastuðul verður bert veittur børnum, sum ikki hava fylt 16 ár innan 31. juli undan stuðulsárinum.
Stk. 3. Lesa báðir uppihaldararnir, kann bert annar søkja um ferðastuðul til barnið. Búgva uppihaldarar ikki saman, kann bert tann, ið barnið býr hjá, søkja um ferðastuðul til barnið.
Kapitul 3
Upphæddir
§ 5. Upphæddin fyri ferðastuðul til lesandi búsitandi í Danmark er 70% av fullum ferðaseðlaprísi millum Keypmannahavn og Vágar tur/retur 1. august í stuðulsárinum. Harafturat koma avgjøldini á hesi farleið.
Stk. 2. Upphæddin fyri ferðastuðul til børn hjá lesandi í Danmark er tann upphædd, ið svarar til ein barnaflogferðaseðil millum Vágar/Keypmannahavn tur/retur íroknað avgjøld pr. 1. august í stuðulsárinum.
Stk. 3. Upphæddirnar fyri ferðastuðul til lesandi, og børnini hjá lesandi búsitandi uttanfyri Danmark, verða ásettar av Stuðulsstovninum.
Kapitul 4
Aðrar ásetingar og gildiskoma
§ 6. Stuðulsstovnurin ásetir, hvørji skjalprógv eru neyðug fyri at avgreiða umsóknirnar um ferðastuðul.
§ 7. Avgerðir sambært hesi kunngerð kunnu kærast til Kærunevnd Stuðulsstovnsins áðrenn 6 vikur eru gingnar, eftir at boðað er frá avgerðini. Avgerð Kærunevndarinnar er endalig innan fyrisitingina.
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 87 frá 16. desember 1998 um ískoytisstuðul til lesandi uttanlands.
Stk. 2. Tó verður § 7 í kunngerð nr. 87 frá 16. desember 1998 um ískoytisstuðul til lesandi uttanlands framvegis galdandi fyri persónar, sum longu fáa stuðul eftir hesi reglu.
Undirvísingar- og Mentamálastýrið, 2. februar 2000
Signar á Brúnni (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Petersen (sign.)