Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Útgávudagur: 11-01-2019
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2019 A - Kunngerð 4 frá 9. januar 2019
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

9. januar 2019Nr. 4

Kunngerð umfyribyrgjandi heilsutænastur til børn og ung

Við heimild í §§ 4 og 9 í løgtingslóg nr. 63 frá 17. mai 2005 um fyribyrgjandi heilsutænastur til børn og ung, sum broytt við løgtingslóg nr. 9 frá 12. mars 2014 og løgtingslóg nr. 52 frá 30. apríl 2018, verður ásett:

Fyribyrgjandi og heilsufremjandi kanningar hjá kommunulækna

§ 1. Børn undir skúlaaldur skulu fáa tilboð um sjey fyribyrgjandi heilsukanningar hjá kommunulækna. Tríggjar av hesum kanningum skulu fara fram í fyrsta ári barnsins.

Stk. 2. Kanningar av børnum undir skúlaaldur eiga at fara fram, tá børnini eru 5 vikur, 5 og 12 mánaðir, 2, 3, 4 og 5 ár.

§ 2. Fyribyrgjandi heilsukanningin hjá kommunulækna skal fevna um:

1)   Samrøðu um trivnað, menning og heilsustøðuna hjá barninum.

2)   Kanning av barninum.

3)   Samrøðu við og ráðgeva foreldrum.

4)   Koppseting samsvarandi kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum sjúkum.

Fyribyrgjandi heilsukanningar hjá heilsufrøðingi ella kommunulækna

§ 3. Børn og ung í undirvísingarskyldugum aldri skulu fáa tilboð um tvær heilsukanningar hjá heilsufrøðingi ella kommunulækna.

Stk. 2. Tann fyrra kanningin skal bjóðast barninum við byrjan av skúlatíð barnsins, t.e. í tíðarskeiðinum frá forskúla til 2. flokk. Tann seinna kanningin skal bjóðast tí unga stutt fyri, at ásetta undirvísingarskyldan endar, t.e. í 9. flokki ella í serligum føri í 8. flokki.

§ 4. Í sambandi við kanningarnar, sum verða bjóðaðar barninum og tí unga við ávikavist byrjan av skúlatíð barnsins og stutt fyri, at ásetta undirvísingarskyldan endar, veitir heilsufrøðingurin ella kommunulæknin neyðuga vegleiðing, ávísing og uppfylgjan.

Fyribyrgjandi og heilsufremjandi kanningar og ráðgeving hjá heilsufrøðingi

§ 5. Børn og ung skulu fáa tilboð um fyribyrgjandi kanningar og ráðgeving frá heilsufrøðingi, frá føðing til ásetta undirvísingarskyldan endar.

Stk. 2. Onnur enn tey, ið eru nevnd í stk. 1, og sum hava tørv á tí, kunnu eisini fáa ráðgeving frá heilsufrøðingi. Hesi kunnu t.d. vera barnakonur, foreldur, fosturforeldur, sum hava tørv á vegleiðing og ráðgeving í mun til foreldraførleika ella foreldraleiklut, og foreldur ella fosturforeldur at børnum við likamligum og sálarligum brekum, sosialum trupulleikum ella varandi sjúkum.

§ 6. Fyribyrgjandi kanningarnar og heilsufremjandi ráðgevingin frá heilsufrøðingi til børn undir skúlaaldur skal fevna um:

1)   Heilsuvegleiðing og ráðgeving viðvíkjandi likamligari, sálarligari og sosialari heilsu, menning og trivnaði hjá barninum.

2)   Eygleiða heilsustøðuna hjá barninum.

3)   Kanningar av barninum.

§ 7. Fyribyrgjandi kanningarnar og heilsufremjandi ráðgevingin og átøkini frá heilsufrøðingi til børn og ung í skúlaaldri skulu fevna um:

1)   Eygleiðing viðvíkjandi heilsu, menning og trivnað hjá skúlabørnum.

2)   Kanningar av barninum og tí unga.

3)   Samrøður við børn og ung og ráðgeving viðvíkjandi likamligari, sálarligari og sosialari heilsu, menning og trivnað.

4)   Vegleiðing og kunning um reinføri.

Vegleiðing til starvsfólk

§ 8. Heilsufrøðingur kann veita starvsfólkum á stovnum fyri børn og ung, dagrøktarum, lærarum o.ø. fyribyrgjandi og heilsufremjandi vegleiðing og ráðgeving.

Stk. 2. Vegleiðingin og ráðgevingin kann fevna um:

1)   Vegleiðing og ráðgeving um likamliga, sálarliga og sosiala menning sum heild hjá børnum og ungum.

2)   Ítøkiliga vegleiðing og ráðgeving viðvíkjandi børnum, ið hava serligan tørv.

3)   Heilsustøðu og reinførið á stovnum, skúlum o.s.fr.

Stk. 3. Áðrenn starvsfólk venda sær til heilsufrøðing í førum, sum eru fevnd av stk. 2, nr. 2, skulu tey hava samtykki frá foreldramyndugleikanum.

§ 9. Heilsufrøðingur skal eygleiða heilsuviðurskiftini hjá einstaka barninum eins og almennu umstøðurnar fyri hesum.

Stk. 2. Verður heilsufrøðingur varugur við viðurskifti á skúlunum, ið krevja ábøtur, skal hann boða leiðslu skúlans frá hesum.

Gildiskoma

§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, samstundis fer kunngerð nr. 88 frá 24. september 2007 um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung úr gildi.

 

 

Heilsu- og innlendismálaráðið, 9. januar 2019

 

Sirið Stenberg (sign.)

landsstýrismaður

/ Turid Arge (sign.)