Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. januar 2021Nr. 4
Kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir djúphavsfiski, rækjum og øðrum fiski í altjóða sjógvi í NEAFC í 2021
Við heimild í § 23, stk. 1, 2. pkt. og stk. 2, § 34, stk. 1, nr. 1, 3 og 5, stk. 2, nr. 2, 4, 5 og 10 og stk. 3 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020 og løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, verður ásett:
Kapittul 1
Virkisøki og allýsingar
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin skipar fiskiskapin hjá fiskiførum undir føroyskum flaggi eftir djúphavsfiski, rækjum og øðrum fiski í NEAFC-skipanarøkinum í 2021.
Allýsingar
§ 2. Í hesi kunngerð merkir:
1) NEAFC: North East Atlantic Fisheries Commission, sum er fiskiveiðifelagsskapurin fyri landnyrðingspartin av Atlantshavinum.
2) NEAFC-sáttmálaøkið: Tað økið, sum er umfatað av Sáttmálanum um framtíðar margparta samvinnu um fiskiskap í landnyrðingsatlantshavi frá 1980.
3) NEAFC-skipanarøkið: Tann parturin av NEAFC-sáttmálaøkinum, sum er uttan fyri løgdømið hjá strandarlondum.
4) Djúphavsfiskur: Tey fiskasløg, ið eru nevnd í skjali 1.
5) Botnfiskiskapur: Fiskiskapur við reiðskapi, sum undir fiskiskapi vanliga nertir við havbotnin, harundir botntrol og botnlína.
Kapittul 2
Veiða eftir djúphavsfiski og rækjum
Djúphavsfiskur yvirhøvur
§ 3. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2021 royna í mesta lagi 341 fiskidagar á teimum leiðum í NEAFC-skipanarøkinum, har botnfiskiskapur er loyvdur eftir teimum í skjali 1 nevndu fiskasløgum.
Stk. 2. Rættindi at fiska sambært stk. 1 verða latin persóni ella felag, sum í 2020 hevði rætt til at fiska djúphavsfisk í NEAFC-skipanarøkinum, ella sum í 2021 hevur rætt til at fiska botnfisk í føroyskum sjógvi.
Langasporl
§ 4. Umframt avmarkingina í § 3, stk. 1 er veiða av langasporli í NEAFC-skipanarøkinum í 2021 avmarkað við kvotum á ávísum leiðum, sum ásett í stk. 2-4. Kvoturnar eru felagskvotur fyri allar NEAFC-sáttmálapartar.
Stk. 2. Veiða av kubbuta langasporli er avmarkað til í mesta lagi 574 tons í ICES-økjunum 10 b og 12 c og í ICES-undirøki 12 a.1 og 14 b.1.
Stk. 3. Veiða av kubbuta langasporli er avmarkað til í mesta lagi 2.620 tons í ICES-økjunum 6 b.1, 7 c.1 og 7 k.1, 12 b og ICES-undirøki 5 b.1.a.
Stk. 4. Beinleiðis veiða eftir rísna langasporli og trant langasporli er bannað í teimum í stk. 2 og 3 nevndu økjum.
Stk. 5. Rættindi at fiska av kvotunum sambært stk. 2 og 3 verða latin persóni ella felag, sum í 2020 hevði rætt til at fiska djúphavsfisk í NEAFC-skipanarøkinum, ella sum í 2021 hevur rætt til at fiska botnfisk í føroyskum sjógvi.
Búrfiskur
§ 5. Umframt avmarkingina í § 3, stk. 1 skal samlaða veiðan av búrfiski hjá fiskiførum undir føroyskum flaggi í NEAFC-skipanarøkinum ikki fara upp um 150 tons í 2021.
Stk. 2. Norðan fyri 48°00'00"N í NEAFC-skipanarøkinum er beinleiðis veiða eftir búrfiski bert loyvd vestan fyri eina linju drigna eftir 18°00'00"V.
Stk. 3. Rættindi at fiska sambært stk. 1 verða latin tí persóni ella felag, sum í 2020 hevði loyvi til beinleiðis veiðu eftir búrfiski í NEAFC-skipanarøkinum. Fiskiskapurin eftir búrfiski í 2021, sambært hesi kunngerð, verður skipaður við felags árskvotu.
Stk. 4. Beinleiðis veiða eftir búrfiski kann bert fara fram, um eygleiðari er umborð. Eygleiðarin skal, eftir leiðbeining frá Havstovuni, gera mátingar av fongi, taka sýni o.tíl. Eygleiðarin skal vera komin umborð, áðrenn fiskiskapurin byrjar. Fiskifarið ber allar útreiðslur av at hava eygleiðara umborð. Eygleiðarin skal frítt kunna nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Vørn og við aðrar myndugleikar.
Veiða eftir rækjum
§ 6. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2021 royna eftir rækjum í NEAFC-skipanarøkinum, sum er norðan fyri 62°00'00''N.
Stk. 2. Rættindi at fiska rækjur sambært stk. 1 verða latin teimum feløgum, sum í 2016 fingu fiskiloyvi at veiða rækjur í NEAFC-skipanarøkinum.
Stk. 3. Tá roynt verður við troli eftir rækjum í NEAFC-skipanarøkinum, skal trolið hava innsetta skiljirist. Skiljiristin skal í mesta lagi hava 22 mm millum rimarnar. Loyvt er ikki at brúka ovara posan í samband við skiljiristina.
Fiskiloyvi
§ 7. Fiskiskapur, sambært hesi kunngerð, kann bert fara fram við fiskiførum, sum eftir skrivligari umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap.
Stk. 2. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu bert fara til fiskiskap í NEAFC-skipanarøkinum, um Vørn hevur váttað, at tey eru á lista yvir fiskifør, sum eru fráboðað NEAFC at fiska í NEAFC-skipanarøkinum.
Veiðibann fyri ávís fiskasløg
§ 8. Øll beinleiðis veiða eftir teimum í skjali 2 nevndu fiskasløgum er bannað.
Kapittul 3
Ymiskar ásetingar
Tíðaravmarkað gýtingarfriðing
§ 9. Fyri at verja gýtingarleiðir hjá blálongu, er allur fiskiskapur við botnreiðskapi bannaður frá 15. februar til 15. apríl, báðir dagar íroknaðir, innan fyri linjur drignar millum hesi støð:
1) 60°58'76 N, 27°27'32 V
2) 60°56'02 N, 27°31'16 V
3) 60°59'76 N, 27°43'48 V
4) 61°03'00 N, 27°39'41 V
5) 60°58'76 N, 27°27'32 V
Hýsuleiðir
§ 10. Fyri at verja hýsu, er allur fiskiskapur, lína undantikin, bannaður á leiðum innan fyri linjur drignar millum hesi støð:
1) 57°00'00 N, 15°00'00 V
2) 57°00'00 N, 14°00'00 V
3) 56°30'00 N, 14°00'00 V
4) 56°30'00 N, 15°00'00 V
5) 57°00'00 N, 15°00'00 V
Hávafjarðar
§ 11. Tað er ikki loyvt at skera burtur hávafjarðar ella hava umborð, umskipa og landa hávafjarðar.
Leiðir, friðaðar fyri botnreiðskapi
§ 12. Fiskifør við fiskiloyvi sambært hesi kunngerð hava bert loyvi at royna við botnreiðskapi í NEAFC-skipanarøkinum samsvarandi ásetingunum í kunngerð um økisfriðingar í altjóða sjógvi í NEAFC.
Gørn
§ 13. Øll veiða við gørnum er bannað á leiðum í NEAFC-skipanarøkinum, har dýpið er meira enn 200 metrar.
Sýni
§ 14. Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at taka sýni av veiðuni.
§ 15. Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at gera kanningar av veiðuni, harundir av stødd, vekt og dygd.
Fráboðanir
§ 16. Fiskifør, sum fiska í NEAFC-skipanarøkinum sambært hesi kunngerð, skulu senda hesar fráboðanir til Vørn sambært skjali 3:
1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Tá farið verður í NEAFC-skipanarøkið, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í NEAFC-skipanarøkið.
2) Veiðifráboðan hvønn dag. Skipið skal hvønn fyrrapart, áðrenn kl. 12 UTC, boða frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin.
3) Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Tá farið verður úr NEAFC-skipanarøkinum, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr NEAFC-skipanarøkinum.
Kapittul 4
Revsireglur og gildistíð
Revsing
§ 17. Brot á § 4, stk. 4, § 5, stk. 2 og 4, § 6, stk. 3, § 7, stk. 1 og 2, §§ 9-13 og 16 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, sum ikki fylgir boðum sambært §§ 14 ella 15.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Gildistíð
§ 18. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. januar 2022.
Fiskimálaráðið, 12. januar 2021
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
Skjal 1
Fiskasløg, fevnd av skipanini í fiskiskapi eftir djúphavsfiski í altjóða sjógvi (NEAFC) við fiskidøgum
Føroyskt navn |
Enskt navn |
Latínskt navn |
Glámur, slætthøvd |
Bairds's smoothhead |
Alepocehalus bairdii |
Risso's smoothhead |
Risso's smoothhead |
Alepocephalus rostratus |
Rottutrónur |
Blue antimora |
Antimora rostrata |
Stinglaksur |
Black scabbardfish |
Aphanopus carbo |
Gulllaksur |
Greater silver smelt |
Argentina silus |
Alfonsinus |
Alfonsinus |
Beryx spp. |
Brosma |
Tusk |
Brosme brosme |
Krabbi |
Deep-water red crab |
Chacon (Geyron) affinis |
Havállur |
Conger eel |
Conger conger |
Kubbuta langasporl |
Roundnose grenadier |
Coryphaenoides rupestris |
Kikarafiskur |
Black cardinal fish |
Epigonus telescopus |
Kjaftsvarti kongafiskur |
Bluemouth redfish |
Helicolenus dactylopterus |
Búrfiskur |
Orange roughy |
Hoplostethus atlanticus |
Brynjubúrfiskur |
Silver roughy (pink) |
Hoplostethus mediterraneus |
Silvurstinglaksur |
Silver scabbard fish |
Lepidopus caudatus |
Úlvfiskur |
Eelpout |
Lycodes esmarkii |
Rísna langasporl |
Roughhead grenadier |
Marcrourus berglax |
Blálonga |
Blue ling |
Molva dypterigia |
Longa |
Ling |
Molva molva |
Morafiskur |
Common mora |
Mora moro |
Red sea bream |
Red sea bream |
Pagellus bogaraveo |
Lítlabrosma |
Forkbeards |
Phycis spp. |
Rekfiskur |
Wreckfish |
Polyprion americanus |
Svartkalvi |
Greenland halibut |
Reinhardtius hippoglossoides |
Lítli kongafiskur |
Small redfish |
Sebastes viviparus |
Spiny scorpionfish |
Spiny scorpionfish |
Trachyscorpia cristulata |
Trant langasporl |
Roughsnout grenadier |
Trachyrinchus scabrus |
Skjal 2
Øll beinleiðis veiða eftir hesum fiskasløgum er bannað:
Føroyskt navn |
Enskt navn |
Latínskt navn |
Brugda |
Basking shark |
Cetorhinus maximus |
Hemari |
Porbeagle |
Lamna nasus |
Hávur |
Spiny dogfish, spurdog |
Squalus acantihias |
Íslandshávur |
Iceland catshark |
Apristuris spp. |
Gulper shark |
Gulper shark |
Centrophorus granulosus |
Skrubbhávur |
Leafscale gulper shark |
Centrophorus squamosus |
Svarthávur |
Black dogfish |
Centroscyllium fabricii |
Glíggjhávur |
Portuguese dogfish |
Centroscymnus coelolepis |
Langitrantur |
Longnose velvet dogfish |
Centroscymnus crepidater |
Állahávur |
Frilled shark |
Chlamydoselachus anguineus |
Høvuðlítli hávur |
Kitefin shark |
Dalatias licha |
Nevhávur |
Birdbeak dogfish |
Deania calceus |
Døkkhávur |
Great lanternshark |
Etmopterus princeps |
Búksvarti hávur |
Velvet belly |
Etmopterus spinax |
Ringhávur |
Blackmouth dogfish |
Galeus melastomus |
Jensens hávur |
Mouse catshark |
Galeus murinus |
Sekstáknuhávur |
Bluntnose six-gilled shark |
Hexanchus griseus |
Hornhávur |
Sailfin roughshark (Sharpback shark) |
Oxynotus paradoxus |
Knifetooth dogfish |
Knifetooth dogfish |
Scymnodon ringens |
Hákelling |
Greenland shark |
Somniosus microcephalus |
Havmús |
Rabbit fish |
Chimaera monstrosa |
Fjaðurfagra havmús |
Large-eyed rabbit fish (ratfish) |
Hydrolagus mirabilis |
Tranthavmús |
Straightnose rabbitfish |
Rhinochimaera atlantica |
Klingruskøta |
Round skate |
Raja fyllae |
Íshavsskøta |
Artic skate |
Raja hyperborea |
Svartaskøta |
Norwegian skate |
Raja nidarosiensis |
Skjal 3
Fráboðanir til Vørn
Niðanfyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “talgild móttøka”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “fráboðanir”.
1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í NEAFC-skipanarøkið.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið hagar skipið fer til fiskiskap |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða umborð |
OB |
Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu. Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) |
Viðmerkingar |
RE |
Viðmerkingar |
2) CAT – Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið har skipið er til fiskiskap |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða |
CA |
Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59(CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð |
TC |
Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerkingar |
RE |
Viðmerkingar |
3) COX - Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr NEAFC-skipanarøkinum.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða |
CA |
Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð |
TC |
Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Móttøkuhavn |
PO |
Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður |
Landað ella umskipað |
TR |
Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til. |
Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað |
PD |
Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð har veiðan verður landað ella umskipað |
PT |
Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m) |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerking |
RE |
Viðmerking |