Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. januar 2022Nr. 4
Kunngerð um broyting í kunngerð um veterinert eftirlit við innflutningi av matvørum úr djórum
(Stóra Bretland verður tikið upp á listan yvir lond, hvørs vøra er undantikin veterinerum eftirliti eftir § 1, stk. 3)
§ 1
Í kunngerð nr. 24 frá 16. mars 2001 um veterinert eftirlit við innflutningi av matvørum úr djórum, sum broytt við kunngerð nr. 128 frá 21. september 2001, kunngerð nr. 11. frá 8. mars 2006, kunngerð nr. 119 frá 14. september 2011 og kunngerð nr. 202 frá 22. desember 2020, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 1, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Vøra, sum verður innflutt úr londum, nevnd í fylgiskjali 19, er undantikin tí veterinera eftirliti, sum annars er galdandi eftir stk. 2. Vøran skal koma frá ES-góðkendum virkjum ella frá virkjum, ið eru góðkend av íslendskum myndugleikum. Fráboðan um vøruna skal latast Heilsufrøðiligu starvsstovuni á fylgiskjali 20. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann gera stakeftirlit av vøruni, t.d. um illgruni er um vanda fyri fólkaheilsu ella djóraheilsu.”
2. Í fylgiskjali fylgiskjali 19 verður undir “New Zealand” sett: “Stóra Bretland”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 12. januar 2022
Magnus Rasmussen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)