Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. januar 1997Nr. 4
Kunngerð um loyvi til skaðatryggingarvirksemi
Við heimild í § 18, stk. 4 og § 184, stk. 3 í løgtingslóg nr. 3 frá 13. februar 1996 um tryggingarvirksemi verður fyrisett:
Kapittul 1
Umsókn um loyvi v.m.
§ 1. Eitt tryggingarfelag skal hava loyvi (konsessión) frá Føroya Landsstýri og Eftirlitinum at reka skaðatryggingarvirksemi, jbr. § 4, stk. 1. Áðrenn loyvi er givið, og áðrenn skráseting í Skráseting Føroya, kann felagið ikki teknað tryggingar.
§ 2. Umsókn um loyvi skal hava upplýsingar um tað virksemi, sum felagið ætlar at reka við tilskilan av tryggingarbólkinum, flokkum av bólkinum og møguligum eyka váða, jbr. § 5.
§ 3. Umsókn um loyvi í samband við stovnanina av einum tryggingarfelag, sum hevur til endamáls at reka skaðatryggingarvirksemi, skal sambært § 18 í løgtingslóg um tryggingarvirksemi hava hesi skjøl:
1) stovningarskjalið og onnur í sambandi við stovnanina gjørd skjøl í frumriti ella einum av stýrinum váttaðum avriti,
2) váttaðari úrskrivt av teirri á stovnandi aðalfundi førdu gerðabók,
3) eina rakstrarætlan, jbr. ásetingarnar í kunngerð um kapitalgrundarlagið fyri skaðatryggingarvirksemi, og
4) upplýsingar um øll, ið beinleiðis ella óbeinleiðis eiga í minsta lagi 10% av kapitalinum ella atkvøðurættindunum ella ein kapitallut, ið gevur møguleika fyri at hava eina stóra ávirkan á raksturin av tryggingarfelagnum og um hvussu stórur kapitalparturin hjá hesum kapitaleigarum er.
Stk. 2. Um felagið ynskir loyvi til arbeiðsskaðatrygging sambært løgtingslóg um tryggingarvirksemi kapittul 24, skal umsóknin eisini hava hesi skjøl:
1) vanligu tryggingartreytir felagsins við tilskilan av í hvønn mun hesar verða settar í felagsins tryggingarskjøl,
2) tilskilan av meginreglunum fyri útrokning av tryggingargjøldunum,
3) tilskilan av meginreglunum fyri útrokning av tryggingarligum burturleggingum,
4) tilskilan av endurtryggingarviðurskiftunum,
5) tilskilan av teimum reglum sambært hvørjum felagið kann taka ímóti endurtrygging og
6) tilskilan av meginreglum fyri býti av bonus.
Stk. 3. Samstundis við umsókn um loyvi til Føroya Landsstýri og Eftirlitið skal felagið geva fráboðan um skráseting í Skráseting Føroya.
§ 4. Við umsókn um broyting í loyvi skal vera ein rakstrarætlan, jbr. ásetingarnar í kunngerð um kapitalgrundarlag fyri skaðatryggingarvirksemi, og upplýsing um tær viðtøkubroytingar, sum umsóknin kann hava gjørt neyðugar.
Stk. 2. Viðførir broyting í loyvi eina víðkan av felagsins virksemi til at fevna um arbeiðsskaðatrygging sambært løgtingslóg um tryggingarvirksemi kapittul 24, skal umsóknin eisini hava tey í § 3, stk. 2 nevndu skjøl.
Stk. 3. Samstundis við umsókn um broyting í loyvi til Føroya Landsstýri og Eftirlitið skal felagið geva fráboðan um skráseting í Skráseting Føroya, heruppií um tær viðtøkubroytingar, sum umsóknin kann hava gjørt neyðugar.
Kapittul 2
Innihaldið í loyvinum
§ 5. Eitt loyvi verður givið serstakt fyri hvønn av hesum tryggingarbólkum í skjali 2 til lógina við seinni broytingum.
Stk. 2. Váði, ið ein bólkur fevnir um, kann ikki flokkast í ein annan bólk burtursæð frá teimum førum, ið eru tilskilað í stk. 5.
Stk. 3. Eitt loyvi fevnir um allan viðkomandi klassa, um ikki umsøkjarin einans ynskir at tryggja ein part av tí váða, ið hoyrir uppí viðkomandi klassa.
Stk. 4. Eitt loyvi kann verða givið samstundis fyri fleiri klassar tá loyvið samstundis fevnir um:
a) Bólkarnir 1 og 2, verður givið undir heitinum “vanlukka og sjúka”.
b) Bólkarnir 1 (tó einans fólkaflutningur), 3, 6 og 9, verður givið undir heitinum “biltrygging”.
c) Bólkarnir 1 (tó einans fólkaflutningur), 5, 6 og 11, verður givið undir heitinum “sjó- og flutningstrygging”.
d) Bólkarnir 1 (tó einans fólkaflutningur), 4, 6 og 10, verður givið undir heitinum “loftferðslutrygging”
e) Bólkarnir 7 og 8 verður givið undir heitinum “eldur og annar skaði á ogn”.
f) Bólkarnir 9, 10, 11 og 12, verður givið undir heitinum “ábyrgdartrygging”.
g) Bólkarnir 13 og 14, verður givið undir heitinum “kredit og borgan”.
h) Allir bólkar, verður givið undir heitinum “tryggingarvirksemi innan bólkarnar 1-17”.
Stk. 5. Tað loyvi, ið verður givið fyri ein tryggingarbólk ella fyri ein flokk av bólkum fevnir sum eyka váðar eisini um teir váðar, sum hoyra til ein annan bólk, uttan at loyvi krevst til hesar váðar, um so er, at teir eru ein partur av høvuðsváðanum og viðvíkja tí luti, ið er rindaður av tí sáttmála, ið rindar høvuðsváðan. Kredittrygging, borgstrygging og rættarhjálpartrygging, jbr. stk. 1, klassa 13, 14 og 16, kunnu tó ikki vera eyka váðar til aðrar bólkar.
Stk. 6. Tann váði, ið bólkur 16 fevnir um, rættarhjálpartrygging, kann tó verða mettur sum eykaváði til klassa 17, stuðul, tá treytirnar í stk. 5, 1. pkt. eru loknar, og tá høvuðsváðin einans viðvíkur hjálp til persónar, ið koma í trupulleikar undir ferðum ella fráveru frá bústaðnum ella tí fasta tilhaldinum. Rættarhjálpartrygging kann somuleiðis verða mett sum eykaváði við teimum í stk. 5 nevndu treytum, tá ið hann er knýttur at trætu ella váða, sum skyldast nýtslu av sjóførum, ella sum kann vísast til slíka nýtslu.
§ 6. Eitt loyvi kann ikki fevna um annað virksemi enn tað, heimild er fyri sambært tilskilanini í viðtøkunum av endamáli felagsins. Loyvið kann fevna um virksemi, ið fevnir um minni enn felagsins endamál.
Stk. 2. Eitt loyvi verður givið uttan tíðaravmarking.
§ 7. Eitt loyvi skal hava upplýsing um:
1) felagsins navn sambært viðtøkunum,
2) felagsins heimstað sambært viðtøkunum,
3) felagsins felagarættarliga form,
4) skrásetingarnummar í Skráseting Føroya
5) teir tryggingarbólkar, sum loyvið fevnir um, flokkar av bólkum og avmarkingar í hesum, jbr. § 5 og
6) felagsins møguliga høvi til at tekna lógskylduga arbeiðsskaðatrygging, heruppií upplýsing um góðkendar tryggingartreytir fyri hesum.
Kapittul 3
Gildiskoma v.m.
§ 8. Henda kunngerð fær gildi frá 1. januar 1997.
Stk. 2. Verandi rættindi hjá skaðatryggingarfeløgum at reka tryggingarvirksemi verða í gildi við somu loyvum í upp til 18 mánaðir frá gildiskomu av hesi kunngerð.