13. januar 2011Nr. 4
Kunngerð um broyting í kunngerð um fráboðan av arbeiðsskaðum, herundir vinnusjúkum
§ 1
Í kunngerð nr. 158 frá 17. desember 2009 um fráboðan av arbeiðsskaðum, herundir vinnusjúkum, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 5 verður sett sum nýtt nr. 6)
“6) Gjald fyri læknaváttan I verður goldið við kr. 350,00.
Gjald fyri læknaváttan II verður goldið við kr. 500,00.
Gjald fyri átekning á læknaváttan verður goldið við kr. 400,00.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 13. januar 2011
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)