Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. januar 2015Nr. 4
Kunngerð um góðan skikk fyri tryggingarfeløg
Við heimild í § 35, stk. 2, og § 215, stk. 2 í løgtingslóg nr. 55 frá 9. juni 2008, sum broytt við løgtingslóg nr. 137 frá 20. desember 2012, um tryggingarvirksemi verður ásett:
Øki
§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri tryggingarfeløg, sum reka virksemi í Føroyum, undir hesum gjøgnum stovnan av deildum ella tænastuveitingarvirksemi tvørturum landamørk.
Stk. 2. Tryggingarfeløg í hesi kunngerð eru at skilja sum:
1) Beinleiðis teknandi skaðatryggingarfeløg, partafeløg og sínamillum feløg.
2) Lívstryggingarfeløg, partafeløg og sínamillum feløg.
3) Tvørgangandi eftirlønargrunnar.
4) Firma eftirlønargrunnar.
5) Deildir hjá útlendskum skaðatryggingarfeløgum, sum hava fingið loyvi í einum landi uttanfyri Evropasamveldið, sum samveldið ikki hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum.
6) Deildir hjá útlendskum lívstryggingarfeløgum, sum hava fingið loyvi í einum landi uttanfyri Evropasamveldið, sum samveldið ikki hevur gjørt sáttmála við á fíggjarøkinum.
7) Deildir hjá útlendskum skaðatryggingarfeløgum, sum hava fingið loyvi í einum landi, sum hevur gjørt sínámillum sáttmála við Føroyar á tryggingarøkinum.
8) Deildir hjá útlendskum lívstryggingarfeløgum, sum hava fingið loyvi í einum landi, sum hevur gjørt sínámillum sáttmála við Føroyar á tryggingarøkinum.
Stk. 3. Kunngerðin er galdandi fyri privat kundaviðurskifti og vinnulig kundaviðurskifti, í tann mun hesi ikki avgerandi líkjast frá privatum kundaviðurskiftum. § 4, stk. 4, § 5 og fylgiskjal 1 eru tó bara galdandi fyri privat kundaviðurskifti.
Stk. 4. § 3, § 4, stk. 1-3, og §§ 7-9 eru tó galdandi fyri øll vinnulig kundaviðurskifti.
Stk. 5. § 6, stk. 3 og 4 eru ikki galdandi fyri lívstryggingar og eftirlønartryggingar og møguligar persónstryggingar, sum eru teknaðar í tilknýti til hesar. § 17, stk. 1, er ikki galdandi fyri tryggingarskipanir og eftirlønarskipanir, sum eru stovnaðar sum partur í eini starvsetan, einum yrkisfelagslimaskapi ella líknandi.
Stk. 6. Um tryggingarfelagið ikki kennur samleikan hjá tí einstaka tryggjaða, ella í tann mun tað annars í eini tryggingarskipan er eitt heimildarfólk, kann tann sambært § 6, stk. 1 og 2, §§ 12-14 og § 20 kravda kunning latast likamliga ella løgfrøðiliga persóninum, sum hevur heimild at taka ímóti hesum tilfari.
Stk. 7. § 14 er bara galdandi fyri deildir í Føroyum og fyri tænastuveitingar í Føroyum, sum verða veittar av skaðatryggingarfeløgum, sum hava fingið loyvi í einum øðrum landi innan fyri Evropasamveldið, ella í einum landi, sum ES hevur gjørt avtalu við á fíggjarøkinum.
§ 2. Tá ið eitt tryggingarfelag ger avtalu við onnur fíggjarfeløg um at selja og ráðgeva um sínar vørur, skal tryggingarfelagið tryggja sær, at greitt arbeiðsbýti er millum felagið og avtalupartin, og at avtaluparturin heldur reglurnar í hesi kunngerð.
Almennar reglur um góðan skikk
§ 3. Eitt tryggingarfelag skal vera reiðiligt og álítandi mótvegis sínum kundum.
§ 4. Eitt tryggingarfelag má ikki nýta villeiðandi ella skeivar upplýsingar, ella leggja burturúr týðandi upplýsingar, um hetta kann elva til, at fíggjarligi atburðurin hjá kundunum á marknaðinum verður munandi avlagaður.
Stk. 2. Marknaðarføring er ikki loyvd, um innihaldið, formurin ella framburðurin er villeiðandi, ágangandi ella ávirkar kundarnar á ein óhóskandi hátt, og kann elva til, at fíggjarligi atburðurin hjá kundunum á marknaðinum verður munandi avlagaður.
Stk. 3. Rættleikin av upplýsingum um verulig viðurskifti skal kunna skjalprógvast.
Stk. 4. Atburður, sum er nevndur í fylgiskjali 1, verður í øllum førum mettur at vera órímiligur í privatum kundaviðurskiftum, og er ikki loyvdur.
§ 5. Í sambandi við áheitan á privatar kundar um keyp, skal eitt tryggingarfelag lata niðanfyristandandi upplýsingar, um hesar ikki frammanundan greitt framganga av samanhanginum:
1) Sereyðkenni við vøruni.
2) Navn og bústaður hjá tryggingarfelagnum.
3) Gjaldsviðurskifti og onnur avtaluviðurskifti í tann mun hesi víkja frá tí, sum er vanligt innan vinnugreinina.
4) Framferðarháttur hjá tryggingarfelagnum í sambandi við kærumálsviðgerð, í tann mun hesin víkir frá vanligari siðvenju innan vinnugreinina.
5) Aftranarrættur, um kundin hevur slíkan rætt.
6) Prísur íroknað avgjøld.
Stk. 2. Um vøran er so háttað, at prísurin við rímiligheit ikki kann útroknast frammanundan, skal verða upplýst, hvussu prísurin verður roknaður út.
Stk. 3. Við eina áheitan um keyp skilst eitt handilsligt samskifti, har eyðkenni við vøruni og prísurin eru upplýst á ein hátt, sum er hóskandi í mun til nýtta handilsliga samskiftismiðilin, og sum ger kundan føran fyri at keypa.
§ 6. Eitt tryggingarfelag skal gera ella vátta allar týðandi avtalur við kundar sínar á pappíri ella á øðrum varandi miðli. Ein avtala skal innihalda eina lýsing av týðandi rættindum og skyldum hjá pørtunum og av teimum fíggjarligu veitingunum, sum eru fevndar av avtaluni. Um ráðgeving er veitt einstaklingi í sambandi við avtaluna, skulu týðandi fortreytir fyri ráðgevingini skrivast í avtaluna ella ganga fram av fylgiskjali til avtaluna, annaðhvørt á pappíri ella á øðrum varandi miðli.
Stk. 2. Víst kann verða til treytir í avtaluni við ávísing til serstøk skjøl, undir hesum tryggingartreytirnar hjá felagnum.
Stk. 3. Í framhaldandi kundaviðurskiftum skal í treytunum fyri at broyta rentur, gjøld ella aðra samsýning verða tilskilað, hvørji viðurskifti kunnu hava eina broyting við sær, og má ikki geva tryggingarfelagnum eitt tilvildarligt høvi til at gera broytingar.
Stk. 4. Í framhaldandi kundaviðurskiftum kunnu broytingar av rentum, gjaldi ella aðrari samsýning til skaða fyri kundan, ikki fara fram uttan ávaring, uttan so at broytingin er grundað á uttanífrá komandi viðurskifti, sum tryggingarfelagið ikki hevur nakra ávirkan á.
Stk. 5. Uppsigur eitt tryggingarfelag eina avtalu við ein kunda, skal uppsøgnin vera sakliga grundað og vera skrivað á pappíri ella á øðrum varandi miðli.
Ráðgeving
§ 7. Við ráðgeving skilst tilmæli, vegleiðingar, undir hesum upplýsingar um váðar, sum knýta seg til eina avgerð, og upplýsingar um beinleiðis avleiðingar av valmøguleikunum hjá kundanum.
Stk. 2. Eitt tryggingarfelag skal ráðgeva, um kundin biður um tað, sbr. tó § 2. Harumframt skal felagið av sínum eintingum ráðgeva, sbr. tó stk. 4, har tað eftir umstøðunum er tørvur á tí. Í øðrum lagi kann tryggingarfelagið vísa kundanum til aðra ráðgeving.
Stk. 3. Ráðgevingin skal røkja áhugamálini hjá kundanum og geva kundanum eitt gott grundarlag fyri at kunna taka avgerð. Ráðgevingin skal vera viðkomandi, rættvísandi og nøktandi. Tryggingarfelagið skal kunna um tann váða, ið er viðkomandi fyri kundan.
Stk. 4. Eitt tryggingarfelag kann bjóða fram vørur við standard upplýsingum við lítlari ella ongari einstaklinga ráðgeving. Í slíkum føri skal felagið gera serliga vart við hesar avmarkingar.
§ 8. Áðrenn eitt tryggingarfelag ráðgevur, skal felagið biðja kundan um at upplýsa um sína fíggjarligu støðu, sínar royndir við viðkomandi fíggjarligu veitingunum, endamálið við at fáa veitingina og um sítt váðafýsni.
Stk. 2. Vavið og slagið av upplýsingum, ið biðið verður um, kunnu lagast eftir teirri vitan, ið kundin hevur og teimum upplýsingum, ið tryggingarfelagið longu hevur móttikið.
Stk. 3. Tryggingarfelagið kann líta á upplýsingarnar frá kundanum, uttan so at tær eru eyðsýnt skeivar.
§ 9. Ráðgeving skal taka støði í viðkomandi upplýsingum, ið eru savnaðar inn sambært § 8, og í teirri vitan, ið tryggingarfelagið annars hevur um viðurskiftini hjá kundanum.
Stk. 2. Eitt tryggingarfelag skal biðja kundan um at dagføra upplýsingar, ið eru savnaðar inn sambært § 8, í tann mun hetta er neyðugt fyri at kunna veita kundanum ráðgeving í framhaldandi kundaviðurskiftum.
§ 10. Eitt tryggingarfelag skal kunna nóg væl um egnar vørur og tænastur, eitt nú um mun á prísi og treytum á øðrum líknandi vørum, sum kunnu nøkta tørvin hjá kundanum.
Stk. 2. Um skipaður munur er á, hvussu tryggingarfelagið ásetir rentu, gjald ella aðra samsýning fyri eina ávísa tænastu til kundar, skal felagið upplýsa kundan um hetta, áðrenn avtala verður gjørd um tænastuna. Uppá fyrispurning frá kundanum skal verða upplýst, hvørji viðurskifti hjá kundanum kunnu vera avgerandi fyri, hvussu hann verður bólkaður, tá ið skipaður prísmunur er.
Stk. 3. Eitt tryggingarfelag skal, við støði í sínum almenna marknaðarkunnleika, kunna kundan um viðkomandi vørusløg á marknaðinum. Kunningin skal tó ikki fevna um upplýsingar um vørur ella ítøkiligar prísir hjá kappingarneytum.
§ 11. Hevur tryggingarfelagið ella starvsfólkið ella ráðgevin, tá ið tey ráðgeva, serstakan áhuga í úrslitinum av ráðgevingini, sum liggur uttanfyri vanligan vinning, skal felagið, áðrenn farið verður undir at ráðgeva, upplýsa kundan um slagið og vavið av hesum serstaka áhuga.
Stk. 2. Fær tryggingarfelagið ómaksløn ella aðra samsýning í sambandi við útvegan av vørum ella tænastum, skal kundin verða kunnaður um hetta. Tað sama er galdandi, um avgreiðslustarvsfólkið ella ráðgevin fær ómaksløn ella aðra samsýning, og um ítøkiliga sølan av tænastum ella vørum er beinleiðis tengd at lønini hjá viðkomandi.
§ 12. Eitt tryggingarfelag skal, tá ið ráðgivið verður, upplýsa um avleiðingarnar av teimum skattareglum, sum eru viðkomandi fyri kundan í mun til tær vørur og tænastur, sum ráðgevingin fevnir um, ella vísa kundanum til aðra ráðgeving um hesi viðurskifti.
Stk. 2. Um eitt tryggingarfelag ráðgevur um viðurskifti, sum kunnu hava stóran fíggjarligan týdning fyri møguleikarnar hjá kundanum at fáa almennan stuðul ella aðrar fíggjarligar fyrimunir, og tryggingarfelagið varnast hetta, skulu hesi viðurskifti verða tikin við í ráðgevingina, ella skal kundin verða vístur til aðra ráðgeving.
Serligar reglur tá ið trygging verður teknað
§ 13. Eitt tryggingarfelag skal í seinasta lagi í sambandi við, at ein skaðatryggingaravtala verður gjørd, upplýsa um:
1) Týðandi upplýsingar viðvíkjandi tryggingini, undir hesum um týðandi tættir í tí valda tryggingarfulnaðinum og um møguleikarnar hjá kundanum fyri at velja til ella frá,
2) vandan fyri dubulttrygging,
3) ta lóggávu, sum verður at galda fyri avtaluna, um onnur lóggáva enn føroysk er avtalað, og
4) møguleikan fyri at kæra tryggingarfelagið.
Stk. 2. Um avtalan verður gjørd um telefon ella á annan hátt, har kundin ikki beinanvegin kann fáa upplýsingar, sum eru fevndar av stk. 1, skulu hesar upplýsingar beinanvegin eftir, at avtalan er gjørd, latast kundanum á pappíri ella øðrum varandi miðli.
§ 14. Tá ið ein skaðatryggingaravtala er gjørd við eina deild ella ein tænastuveitara hjá einum útlendskum skaðatryggingarfelag, sambært § 1, stk. 7, og tryggingaravtalan veitir fulnað fyri váða undir flokki 10, ábyrgdartrygging fyri motorakfør, undantikið ábyrgd hjá fraktførara, skulu í avtaluni ella í serstøkum skjølum, knýtt at avtaluni, vera upplýsingar um navn og bústað hjá tí av felagnum tilnevnda skaðaumboðsmanni.
§ 15. Góðtekur eitt tryggingarfelag ikki beinanvegin eina tryggingarumbøn, skal felagið upplýsa kundan um, hvør hansara rættarstøða er í tíðarskeiðnum fram til, at tryggingarfelagið boðar frá, um tryggingin tekur við og í so fall undir hvørjum treytum.
§ 16. Eitt tryggingarfelag skal, tá ið ein trygging verður teknað, biðja kundan um at lata tær upplýsingar, ið eru neyðugar fyri at tekna tryggingina.
Stk. 2. Áðrenn heilsuupplýsingar verða latnar í sambandi við tekning av persónstrygging, skal eitt tryggingarfelag útflýggja kundanum eina kundavegleiðing um at lata frá sær heilsuupplýsingar.
Stk. 3. Um heilsuupplýsingarnar verða latnar um telefon ella á annan hátt, har kundin ikki beinanvegin kann fáa útflýggjað kundavegleiðingina, skal vegleiðingin sendast kundanum á pappíri ella á øðrum varandi miðli.
§ 17. Tá ið kundin skiftir tryggingarfelag, skal nýggja tryggingarfelagið upplýsa fyri kundanum allar týðandi avmarkingar í fulnaðinum í mun til ta fyrru tryggingina og skal eftir umbøn ráðgeva kundanum um ítøkiligar fulnaðir.
Stk. 2. Áðrenn ein persónstrygging verður flutt, skal tað nýggja tryggingarfelagið tryggja sær, at kundin hevur fingið upplýst, undir hvørjum treytum tryggingin tekur við í tí nýggja felagnum.
Serligar reglur viðvíkjandi tryggingaravtaluni
§ 18. Tað, sum kundin valdi til ella frá, tá ið hann valdi trygging, skal síggjast á tryggingarskjalinum ella fulnaðaryvirlitinum á skaðatryggingarøkinum. Um valið hjá kundanum ávirkar tryggingargjaldið og ella fulnaðin, skal hetta valið greitt síggjast.
§ 19. Í sambandi við tekning av eini skaðatrygging skal tryggingarfelagið á pappíri ella øðrum varandi miðli kunna um møguligar týðandi avmarkingar í mun til tað, sum kundin rímiliga kann vænta, at tryggingin fevnir um.
Serligar reglur viðvíkjandi tryggingartíðini
§ 20. Eitt tryggingarfelag skal á hvørjum ári upplýsa kundan um tær skaðatryggingar, sum kundin hevur hjá felagnum. Felagið skal í yvirlitinum greitt gera vart við, at tørvur kann verða á broytingum. Um kundin velur, at fáa elektroniska atgongd til upplýsingarnar, hevur felagið ikki skyldu at lata honum nevndu upplýsingar á pappíri.
§ 21. Verður skaði fráboðaður á pappíri ella øðrum varandi miðli, skal tryggingarfelagið, um tað fult ella lutvíst sýtir at veita tryggingarfulnað, boða frá hesum á pappíri ella øðrum varandi miðli, uttan so, at tað greitt skilst av umstøðunum, at sýting kann verða fráboðað á annan hátt.
Stk. 2. Verður skaði fráboðaður á annan hátt, hevur fráboðarin eftir umbøn rætt til at fáa sýtingina á pappíri ella øðrum varandi miðli. Kundin skal verða kunnaður um henda rætt.
Eftirlit og revsing
§ 22. Tryggingareftirlitið kann, sambært § 194 í løgtingslóg um tryggingarvirksemi, geva boð um at rætta viðurskiftini, ið eru í ósamsvari við §§ 2-5, § 6, stk. 1 og 3-5, § 7, stk. 2-4, § 8, stk. 1, §§ 9-19, § 20, 1. og 2. pkt., § 21 og fylgiskjali 1.
Stk. 2. Áðrenn Tryggingareftirlitið tekur avgerð í málum um góðan skikk, skal Tryggingareftirlitið útvega sær eina frágreiðing frá felagnum.
§ 23. Tann, ið ikki aktar boð sambært § 22, stk. 1, verður revsaður við bót. Brot á reglurnar í § 4 og § 5, stk. 1 og 2, verða revsað við bót, uttan so at harðari revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar kunnu áleggjast revsiábyrgd eftir reglunum í kapittul 5 í revsilógini.
Gildiskoma
§ 24. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 13. januar 2015
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)
Fylgiskjal 1
Atferð, sum í øllum førum verður mett at vera órímilig í privatum kundaviðurskiftum:
Villleiðandi marknaðarføring
1) Tryggingarfelagið heldur upp á at hava undirskrivað atferðarkodeks, hóast hetta ikki er gjørt.
2) Tryggingarfelagið vísir til góðskuløggilding, góðskumerki ella líknandi, uttan at hava fingið neyðuga loyvið.
3) Tryggingarfelagið heldur upp á, at atburðarkodeks er góðkent av einum almennum myndugleika ella øðrum myndugleika, hóast hetta ikki er so.
4) Tryggingarfelagið heldur upp á, at ein vinnurekandi (undir hesum hansara handilssiðvenja) ella ein vøra er góðkend ella loyvd av einum almennum ella privatum myndugleika, hóast hetta ikki er so, ella kemur við einum tílíkum uppáhaldi, uttan at lúka treytirnar fyri góðkenning ella loyvi.
5) Upplýst verður, hóast tað er ósatt, at vøran bara kann fáast í sera avmarkaða tíð, ella at hon bara kann fáast við ávísum treytum í sera avmarkaða tíð, fyri at fáa kundan at taka eina skjóta avgerð og harvið minka um møguleikan ella tíðina hjá kundanum at taka eina skilagóða avgerð.
6) Upplýst verður, ella kundin fær ta fatan, at ein vøra lógliga kann seljast, hóast hetta ikki er so.
7) Rættindi, sum kundin hevur sambært lógini, verða gjørd til sereyðkenni í tilboðnum hjá tryggingarfelagnum.
8) Lýst verður við einari vøru, ið líkist eini aðrari vøru, sum er framleidd av einum øðrum framleiðara, soleiðis at kundin tilætlað verður lokkaður at halda, at vøran er framleidd av sama framleiðara, hóast hetta ikki er so.
9) Hildið verður upp á, at tryggingarfelagið í næstum skal lata aftur ella flyta til onnur høli, hóast tað ikki er so.
10) Latnar verða faktuelt skeivar upplýsingar um marknaðartreytir ella um møguleikan fyri at finna vøruna, við tí ætlan at fáa brúkaran at ogna sær vøruna undir verri treytum enn teimum vanligu marknaðartreytunum.
11) Hildið verður upp á sum liður í handilssiðvenju, at tað verður ein kapping ella eitt søluátak við vinningum, uttan at umrøddu vinningar ella líknandi verða latnir.
12) Ein vøra verður lýst at vera “ókeypis”, “kostnaðarfrí”, “uttan gjald” ella líknandi, hóast kundin má gjalda fyri annað enn tær útreiðslurnar, sum standast av at svara aftur upp á lýsingina, ella fyri at fáa hendur á vøruni.
13) Í marknaðarføringstilfarinum er ein fakturi ella líknandi skjal, har heitt verður á kundan um at gjalda, og sum fær kundan at halda, at hann longu hevur bílagt vøruna, sum verður marknaðarførd, hóast hetta ikki er so.
14) Eitt umboð fyri tryggingarfelagið, hóast tað er ósatt, heldur upp á, at umboðið ikki útinnir tænastuna sum liður í sínum starvi, ella at umboðið, hóast tað er ósatt, sigur seg vera kunda.
Ágangandi marknaðarføring
15) Kundin verður villleiddur til at halda, at hann ikki kann fara úr hølunum, fyrr enn ein avtala er gjørd.
16) Heitt verður persónliga á ein kunda á hansara bústaði, arbeiðsplássi ella øðrum staði, har tað ikki er vanlig atgongd, uttan at biðið er um hetta frammanundan, við tí í hyggju beinanvegin ella seinni at fáa kundan at taka av tilboði um avtalu.
17) Tryggingarfelagið krevur, at ein kundi, sum ynskir at fráboða eitt krav sambært einum tryggingarskjali, skal leggja fram skjøl, sum ikki við rímiligheit kunnu roknast at vera viðkomandi í mun til, um kravið hevur gildi, ella um tryggingarfelagið áhaldandi letur vera at svara upp á brævaskifti viðvíkjandi málinum, við tí fyri eyga, at forða kundanum í at fremja sáttmálabundin rættindi.
18) Letur kundan fáa ta skeivu fatan, at kundin longu hevur vunnið, fer at vinna ella við at fremja eina ávísa gerð vil fáa ein vinning ella annan líknandi ágóða, hóast veruleikin er tann, at:
a) ongin vinningur ella annar líknandi ágóði finst, ella
b) kundin skal gjalda eina peningaupphædd ella á annan hátt rinda útreiðslur fyri at fáa hendur á vinninginum ella øðrum líknandi ágóða.