Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. januar 2003Nr. 4
Kunngerð um ferðastuðul til lesandi uttanlands, sum broytt við kunngerð nr. 120 frá 21. desember 2006
Við heimild í §12 í løgtingslóg nr. 45 frá 23. apríl 1999 um útbúgvingarstuðulsskipan verður ásett:
Kapitul 1
Treytir fyri ferðastuðli
§ 1. Ferðastuðul verður veittur til eina ferð til og úr Føroyum um árið eftir umsókn sambært reglunum í hesi kunngerð.
§ 2. Fyri at fáa ferðastuðul eftir hesi skipan skal umsøkjarin:
1) Hava búð í Føroyum í minsta lagi tvey av teimum seinastu trimum árunum beint undan lestrarbyrjan, ella hava búð í Føroyum í minsta lagi helvtina av lívinum áðrenn lestrarbyrjan.
2) Ganga á eini góðkendari fulltíðarútbúgving uttan fyri Føroyar, ið er 1 lestrarár ella longri.
3) Vera búsitandi í lestrarlandinum.
4) Vera lestrarvirkin sbrt. stk. 2.
5) Vera heiltíðarlesandi sbrt. stk. 3.
6) Lúka treytirnar fyri lestrartíð, sum eru ásettar í § 3.
7) Onga fasta løn fáa frá útbúgvingarstaðnum, sbrt. stk. 4.
Stk. 2. Lesandi er lestrarvirkin, um hann ikki er meira enn eitt ár afturúr í lesnaðinum í mun til ásettu lestrartíðina. Harafturat skal tann lesandi møta til frálæruna, lata inn kravdar uppgávur og fara til próvtøkurnar eftir teimum reglum, sum eru galdandi á útbúgvingarstovninum.
Stk. 3. Umsøkjari, ið gongur á eftirskúla, á miðnámsskúla ella á líknandi útbúgvingum, skal í minsta lagi hava 20
frálærutímar um vikuna ella tað tímatal, ið stuðulsstovnurin í viðkomandi landi krevur fyri at veita stuðul. Fyri aðrar útbúgvingar verður farið eftir reglunum í stk. 2, tá metast skal um heiltíðarlestur. Í ivamálum tekur Stuðulsstovnurin avgerð.
Stk. 4. Umsøkjari í partvís løntari útbúgving er ikki stuðulsheimilaður, um meira enn ½ av samlaða útbúgvingartíðarskeiðnum er lønt.
§ 3. Tað er bert møguligt at fáa ferðastuðulin einaferð í hvørjum lestrarári.
Stk. 2. Ferðastuðul kann ikki søkjast fyrrenn ½ lestrarár er runnið og skal søkjast innan lestrarárið er útrunnið.
Stk. 3. Ferðastuðul verður í mesta lagi latin til framhaldslestur í 6 ár, og ongantíð meira enn 1 ár eftir ásettu lestrartíðina.
Stk. 4. Undantak frá teimum 6 árunum í stk. 3, kann tó gerast, um ásetta lestrartíðin er longri enn 5 ár fyri eina útbúgving.
Stk. 5. Stuðulsstovnurin kann harumframt gera undantak frá reglunum í stk. 3, um lestrartíðin er longd vegna ráðsarbeiði, sjúku, barnsburð, ættleiðing ella vísindaligt arbeiði.
Kapitul 2
Uppihaldarar
§ 4. Lesandi, sum hava uppihaldsskyldu, kunnu søkja um ferðastuðul til børnini.
Stk. 2. Ferðastuðul verður bert veittur børnum, sum ikki hava fylt 16 ár innan 31. juli undan stuðulsárinum.
Stk. 3. Lesa báðir uppihaldararnir, kann bert annar søkja um ferðastuðul til barnið. Búgva uppihaldarar ikki saman, kann bert tann, ið barnið býr hjá, søkja um ferðastuðul til barnið.
Kapitul 3
Upphæddir
§ 5. 1) Upphæddin fyri ferðastuðul til lesandi búsitandi í Danmark verður ásett av Stuðulsstovninum við støði í prísleguni fyri lesandi á flogleiðini millum Keypmannahavn og Vágar aftur og fram.
Stk. 2. Upphæddin fyri ferðastuðul til børn hjá lesandi í Danmark verður ásett av Stuðulsstovninum við støði í prísleguni fyri børn á flogleiðini millum Keypmannahavn og Vágar aftur og fram.
Stk. 3. Upphæddirnar fyri ferðastuðul til lesandi, og børnini hjá lesandi búsitandi uttanfyri Danmark, verða ásettar av Stuðulsstovninum, tó í mesta lagi kr. 7.000.
Stk. 4. Ásetingarnar av ferðaseðlastuðlinum verða gjørdar í seinasta ársfjórðingi á hvørjum ári og koma í gildi 1. januar árið eftir.
Kapitul 4
Aðrar ásetingar og gildiskoma
§ 6. Stuðulsstovnurin ásetir, hvørji skjalprógv eru neyðug fyri at avgreiða umsóknirnar um ferðastuðul.
§ 7. Sambært § 11 í lógini kunnu avgerðir sambært hesi kunngerð kærast til Kærunevnd Stuðulsstovnsins áðrenn 6 vikur eru gingnar, eftir at boðað er frá avgerðini. Avgerð Kærunevndarinnar er endalig innan fyrisitingina.
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 4 frá 2. februar 2000 um ferðastuðul til lesandi uttanlands.
Stk. 2. § 7 í kunngerð nr. 87 frá 16. desember 1998 um ískoytisstuðul til lesandi uttanlands verður framvegis galdandi fyri persónar, sum longu fáa stuðul eftir hesi reglu.
Mentamálaráðið, 22. januar 2003
Annlis Bjarkhamar (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Petersen (sign.)