Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Samferðslumálaráðið
  • Útgávudagur: 27-01-1967
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

27. januar 1967Nr. 4

Kunngerð um motorakfør, sum nýtt verða til vinnuligan fólkaflutning, sum seinast broytt við kunngerð nr. 123 frá 28. september 2009

Eftir § 10, § 11, stk. 4, § 13, stk. 3 og § 62 í løgtingslóg nr. 65 frá 9. september 1963 um ferðslu við seinni broytingum, hevur landsstýrið fyrisett hesar fyriskipanir viðvíkjandi akførum, sum nýtt verða til vinnuligan fólkaflutning.

A. Góðkenning og eftirlit

§ 1. Einki motorakfar má nýtast til vinnuligan fólkaflutning, fyrr enn tað, eftir at boðað er frá tí hjá skrásetingarvaldinum og tað er víst fram hjá bileftirlitsmanninum, er góðkent til tílíka nýtslu.

Stk. 2. Motorcyklur, heruppií eisini tríhjólaðar motorcyklur, mugu ikki verða nýttar til vinnuligan fólkaflutning.

Stk. 3.1)

Stk. 4. 2) Ein og hvør bussur, ið góðkendur er til vinnuligan fólkaflutning, skal hvørju megin við framtrom á tekju omanfyri forrútin hava lykt, sum frameftir hevur klárt hvítt ljós uttan at blinda. Í lyktatendringartíðini skulu lyktirnar lýsa.

Stk. 5. 2) Hýruvognur skal við framtrom á miðju á tekju omanfyri forrútin hava lykt, sum skal lýsa í lyktatrendringartíðini, tá vognurin er leysur at hýra. Taklyktin má ikki lýsa aftureftir. Lyktin skal vísa grønt ljós uttan at blinda og skal hava áskriftina _Hýruvognur“ ella bilstøðarmerking og ljósflatan skal vera millum 75 og 260 cm2.

Stk. 6. 2) Hýruvognur skal innanfyri forrútin hava eitt rætthyrnt skelti við áskriftini _Leysur“, sum skal nýtast, tá vognurin er leysur at hýra. Skeltið skal vera grønt og kann vera lýsandi.

Stk. 7. 2) Hýruvognur má ikki hava onnur lýsandi skelti ella aðrar eyðkennislyktir enn fyrisett í hesi kunngerð.

Stk. 8. 2) Á einum stað inni í hýruvogni ella bussi, ið sjónligt er fyri ferðafólkunum, skulu upplýsingar vera um skrásetingarnummar akfarsins og talið á ferðafólki, ið farið er góðkent til, sessurin við síðuna av føraranum uppíroknaður. Upplýsingarnar skulu standa á kortum ella plátum, ið fáast kunnu hjá skrásetingarvaldinum ímóti gjaldi. Kort ella plátur skulu verða latin skrásetingarvaldinum aftur, tá akfarið verður tikið av aftur skránni, og eisini tá tað verður skrásett umaftur til aðra nýtslu.

Stk. 9. 2) Hýruvognur skal hava í minsta lagi 3 hurðar.

Stk. 10) 2) Í hýruvogni skulu sessirnir hjá teimum ferðandi venda soleiðis, at teir venda sama veg sum sessurin hjá bilføraranum.

§ 2. Í sambandi við tær skyldubundnu, tíðarvissu sýningarnar av motorakførum, ið nýtt verða til vinnuligan fólkaflutning, ansar bileftirlitsmaðurin eftir, at hesi motorakfør framhaldandi eisini lúka krøvini í hesari kunngerð.

B. Tal av fólkum

§ 3. Í hesari kunngerð verða persónvognar, ið góðkendir verða til vinnuligan fólkaflutning, nevndir við hesum nøvnum:

Hýruvognar – akfør, ið góðkend verða til upp til 9 fólk, førarin uppíroknaður.

Smábussar – akfør, ið góðkend verða til 10-19 fólk, førarin uppíroknaður.

Bussar – akfør, ið góðkend verða til 20 fólk ella fleiri, førarin uppíroknaður.

Býbussar – bussar, ið bert verða nýttir í rutu í býi ella bygd.

Stk. 2. Viðvíkjandi hýruvognum verður av bileftirlitsmanninum ásett góðkenda talið av fólkum eftir hesum reglum:

Førararúmið skal, til at kunna verða góðkent til 2 fólk (førarin og eitt ferðafólk), vera í minsta lagi 1100 mm breitt, tá ið mált verður tvørtur um forsætið, 350 mm aftan fyri miðdepilin í róðurhjólinum. Henda skal breiddin vera ájavnt við bæði miðdepilin og tað niðasta í róðurhjólinum.

Førararúmið kann verða góðkent til 3 fólk, tá ið sætið er gjørt til tess. Breiddin – máld á sama hátt – skal tá vera 1500 mm, og skulu tá vera í minsta lagi 1125 mm millum miðdepil róðurhjólsins og mótsettu síðu á førararúminum. Á forsætum til meira enn 2 fólk skal vera armstudningur, ið tryggjar føraranum neyðugt rúm. Armstudningurin skal vera settur so, at hvørki hann ella ferðafólkini eru til tarn hjá føraranum til at gera arbeiði sítt í akfarinum, heruppi í at handfara gear ella hondbremsu. Er tað so, at ferðafólkasessurin umskarast í mun til sess førarans, so at ferðafólkið – er tað sæti til 3 fólk, tá ferðafólkið í miðjuni – situr aftari enn førarin, kunnu lættar verða gjørdir í omanfyrinevndu ásetingum.

Baksætið skal, til at kunna verða góðkent til 3 ferðafólk, lúka hesi minstukrøv:

1.    Breiddin á baksætinum millum síðubólstringarnar, máld oman á høgindinum 200 mm framman fyri baksmekkuna: 1175 mm.

2.    Breiddin á baksætinum millum síðubólstringarnar, máld o.u. 400 mm yvir høgindinum (millum vindeygalistarnar á undirtromini á vindeygunum) 200 mm framman fyri ryggbólstringina: 1300 mm.

Stk. 3. Viðvíkjandi smábussum og bussum verður góðkenda talið á fólkum ásett av bileftirlitsmanninum eftir hesum stevnumiði:

a. Sessir.

1.    Til hvørt sitandi ferðafólk skal vera sessur so stórur:

Á einsmanssæti, breidd: 425 mm.

Á sæti til 2 fólk, breidd: 435 mm.

Á sæti til 3 ella fleiri fólk, breidd: 450 mm.

Sætið aftur og fram frá framtrom til ryggsmekku skal vera í minsta lagi 400 mm.

2.    Hevur vognurin tvørsæti, so øll ferðafólkini venda sama veg, skal fjarstøðan millum framtromina á baksmekkubólstringini og baktromina á ryggsmekkuni á sætinum frammanfyri vera í minsta lagi 620 mm, tá ið mált er 600 mm uppi. Eru tvørsætini so, at ferðafólkini venda hvør móti øðrum, skal fjarstøðan millum framtromirnar á baksmekkubólstringunum vera 1300 mm, tá ið mált er 600 mm uppi.

3.    Er førarasætið í smábussi ætlað til meira enn 2 fólk, skal síðustudningur vera, ella tílíkt, sum nevnt í 2. stk., 2. pkt.

4.    Leysir stólar mugu ikki verða nýttir, ella vera í akfarinum.

b. Standipláss.

1.    Er í vogninum pláss ætlað til standandi ferðafólk, kunnu upp til 6 standipláss verða góðkent fyri hvønn m2 av standiplássøkinum, tá ið ikki verður farið út um loyvdu totalvekt og ástrýst. Vektin á ferðafólki skal verða sett til 75 kg. Kunnu hesar treytir ikki lúkast, má verða minkað um standiplássøkið.

2.    Í býbussum, sum hava tvørsæti øðrumegin ella báðumegin, kann økið fram við ella ímillum tvørsætini vera at meta sum standipláss, um tað er í minsta lagi 750 mm breitt allan vegin upp.

       850 mm uppi í minsta lagi 600 mm, verða góðkend standipláss so nógv, sum svara til talið á tvørsætum øðrumegin á akfarinum.

3.    Annars kunnu í bussum og smábussum við tvørsætum báðumegin og við miðgong, sum er í minsta lagi 450 mm breið ájavnt við sætini og

4.    Hevur akfarið sæti, ið skjótast kunnu tvørvegis í vogninum, skulu málini vera, sum fyri er sett, tá ið sætið er skotið longst inn ímóti miðjuni á vogninum.

5.    Er tað so, at øki er ætlað til standandi ferðafólk framman fyri eitt sæti, verður, tá ið standiplássøkið verður roknað út, tann gólvvídd, ið er innan fyri 125 mm framman fyri sætið, máld frá framtrom tess, drigin frá.

6.    Við øll standipláss skulu vera studdstengur, henkur ella okkurt tílíkt.

7.    Á standiplássøkjunum skal hæddin frá gólvi til loft vera í minsta lagi 1900 mm.

Stk. 4. 3) Eingin hýruvognur, smábussur ella bussur má verða nýttur til at flyta fleiri fólk, enn hann er góðkendur til.

§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi 1. apríl 1967.

Stk. 2. Viðvíkjandi motorakførum, sum skrásett eru til vinnuligan fólkaflutning, áðrenn henda kunngerð kemur í gildi, verða reglurnar um áseting av góðkendum tali av fólkum o.a.m., tó ikki nýttar, fyrr enn 6 mánaðir eru lidnir, frá tí at kunngerðin er sett í gildi; hesir vognar kunnu so til tá framvegis verða nýttir sum teir eru viðvíkjandi tí, sum viðgjørt er frammanundan.

Stk. 3. Bileftirlitsmaðurin kann saman við landfútanum víkja frá ásetingunum í hesi kunngerð, tá ið tað í einstaka førinum verður hildið at vera rímiligt og ráðiligt, og tá ið av hesum, frávik ikki verða gjørd í fyrisetingunum í ferðslulógini.

 



1) Sett úr gildi við kunngerð nr. 26 frá 22. februar 1982

2) Broytt við kunngerð nr. 28 frá 19. mai 1972

3) Broytt við kunngerð nr. 123, har § 2 er soljóðandi: ”Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2009.”