30. januar 2002Nr. 4
Kunngerð um broyting í kunngerð um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni
§ 1
Í kunngerð nr. 167 frá 29.desember 1997 verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 5, stk. 1 verður “- kommunurnar í Sandoynni 10%,” strikað, og “83,25%” verður broytt til: “93,25%”.
2) § 5, stk. 2 og 3 verða strikað.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. juli 2000.
Stk. 2. Frá 1. januar 2002 verður § 5 orðað soleiðis:
“§ 5. Landskassin rindar nettorakstrar-útreiðslurnar av royndarskipanini”
Almanna- og heilsumálastýrið, 30. januar 2002
Sámal Petur í Grund (sign.)
landsstýrismaður
/ Aibritt á Plógv (sign.)