Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. januar 2007Nr. 4
Kunngerð um brúkaragjald fyri børn á stovni hjá landinum, sum broytt við kunngerð nr. 110 frá 19. november 2012
Við heimild í § 69, stk. 2 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd verður ásett:
§ 1. Tá Høvuðsbarnaverndarnevndin setir barn á dagstovn hjá landinum, rindar avvarðandi barnaverndarøki tað, ið til eina og hvørja tíð svarar til 100% av einum dagstovnaplássi í Tórshavnar kommunu, íroknað foreldragjald.
Stk. 2. Tá Høvuðsbarnaverndarnevndin setir barn á dagstovn hjá landinum, sum samdøgurstilboð, rindar avvarðandi barnaverndarøki fyri hvørt barnið sambært § 2, stk. 1.
§ 2. 1) 2) Tá Høvuðsbarnaverndarnevndin setir barn á samdøgursstovn ella aðra samdøgursfyriskipan hjá landinum, rindar avvarðandi barnaverndarøki fyri hvørt barnið tað, ið svarar til hægstu samsýning til fosturforeldur at óvanliga truplum børnum, tá fleiri enn 2 børn eru í somu fosturfamilju, sambært kunngerð um samsýning til fosturforeldur.
Stk. 2. Tá Høvðsbarnaverndarnevndin setir barn á samdøgursstovn uttanlands, rindar avvarðandi barnaverndarøki til landi, sambært stk. 1.
§ 3. Tá Høvuðsbarnaverndarnevndin sendir familju til familjuviðgerð sum samdøgursstilboð á stovni hjá landinum, rindar avvarðandi barnaverndarøki fyri hvørja familju tað, ið svarar til hægstu samsýning til fosturforeldur at sera truplum børnum, tá fleiri enn 2 børn eru í somu fosturfamilju, tó ikki lummapening, sambært kunngerð um samsýning til fosturforeldur.
Stk. 2. Tá Høvuðsbarnaverndarnevndin sendir familju til familjuviðgerð sum dagtilboð á stovni hjá landinum, rindar avvarðandi barnaverndarøki fyri hvørja familju tað, ið svarar til 3 ferðir samsýning til fosturforeldur, sambært kunngerð um samsýning til fosturforeldur.
Stk. 3. Gjald sambært stk. 1 og 2 er uttan mun til talið av børnum og vaksnum í familjuni.
§ 4. Upphæddin í §§ 2 og 3 verður javnað eftir sama leisti sum samsýning til fosturforeldur.
§ 5. Viðkomandi barnaverndarøki rinda ásetta brúkaragjaldið í tann mun, barnaverndarøkini nýta stovnarnar.
§ 6. Síðst í hvørjum mánaði letur viðkomandi stovnur Barnaverndartænastuni talið av børnum og familjum, sum í farna mánaði hava verið á stovninum.
Stk. 2. Barnaverndartænastan skal hava upplýsingar um navn barnsins/familjunnar, skrásetingar nr. barnaverndartænastunnar, dagatal ella tal av samdøgrum fyri hvørt barnið/hvørja familju, og upphædd í krónum ávikavist fyri hvørt barnið/hvørja familju og tilsamans.
Stk. 3. Tal av døgum ella samdøgrum verður roknað út frá avtaluni millum barnaverndartænastuna og stovnin um, hvussu uppihaldið skal skipast.
Stk. 4. Tá barn verður sett á samdøgursstovn uttanlands, sendir Barnaverndartænastan upplýsningarnar sambært stk. 1 og 2 til Almannastovuna.
§ 7. Avroknað verður yvir debitorskipanina hjá Føroya Gjaldstovu.
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi 1. februar 2007.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 20 frá 29. mars 2006 um brúkaragjald fyri børn á stovni hjá landinum.
Almanna- og heilsumálaráðið, 30. januar 2007
Hans Pauli Strøm (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)