1. apríl 2003Nr. 40
Kunngerð umfrávik frá bústaðar- og skattskyldu í Føroyum í mun til dagpeningalógina
Við heimild í § 6, stk. 2 og 3 í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., verður ásett:
§ 1
Persónar, sum eru fevndir av “Nordisk Konvention om Social Sikring” frá 15. juni 1992 og sum eru mynstraðir við einum skipi, ið er skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni, ið hava avmarkaða skattskyldu undir FAS-skipanini, skulu ikki lúka treytirnar í § 6, stk. 1 í dagpeningalógini um fulla skattskyldu og fastan bústað í Føroyum.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd.
Almannamálaráðið, 1. apríl 2003
Páll á Reynatúgvu (sign.)
landsstýrismaður
/ Sólja í Ólavsstovu (sign.)