Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
Nr. 40 5. apríl 2017
Kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerðarkrøv o.a. til ferðamannaskip í innanoyggjasigling 1) 2)
(Fráboðan D)
Við heimild í § 2, stk. 2, §§ 7-11 og 14, § 15, stk. 2, § 18, stk. 2 og 3 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013 og løgtingslóg nr. 122 frá 15. desember 2014, verður ásett:
§ 1. Samsvarandi ásetingunum í kap. D I, reglu 1 í skjali 1, er henda kunngerð galdandi fyri ferðamannaskip og skjóttgangandi ferðamannaskip, High Speed Crafts, í innanoyggja sigling uttan mun til, hvørjum flaggi skipið siglir undir.
Stk. 2. Tær higartil galdandi reglurnar fyri ferðamannaskip og skjóttgangandi ferðamannaskip í innanoyggja sigling eru tó framvegis galdandi fyri verandi skip uttan so, at annað verður ásett í hesi kunngerð.
§ 2. Øll ferðamannaskip í innanoyggja sigling skulu góðkennast av Sjóvinnustýrinum, áðrenn tey annaðhvørt sum nýbygd ella innflutt úr útlandinum fara í sigling. Sjóvinnustýrið kann sum treyt fyri góðkenningini krevja, at ferðamannaskipið hevur eitt trygdarstøði samsvarandi galdandi reglum.
§ 3. Nærri teknisku ásetingarnar um byggikrøv og útgerð o.a. eru at finna í skjali 2 og 3. Harumframt inniheldur skjal 3 nærri reglur um ferðamannaskip undir 15 metrar, bygd úr trevjuglasi.
§ 4. Eitt eintak av hesi kunngerð skal altíð vera til staðar umborð á skipum, 15 metrar og longri, ið eru fevnd av kunngerðini. Hetta kravið kann tó eisini lúkast við at hava elektroniska atgongd til hesa kunngerð umborð.
§ 5. Brot á ásetingarnar í hesi kunngerð verða revsað við sekt ella fongsul í upp til 2 ár.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapittul 5 í revsilógini.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Uttan so, at annað er ásett í hesi kunngerð, eru byggikrøvini sbrt. higartil galdandi reglum framvegis galdandi fyri verandi ferðamannaskip í innanoyggja sigling.
Stk. 3. Loyvisbrøv við tilhoyrandi samsvarsskjali, parti 1 og parti 2, ið eru útskrivað sbrt. reglu 5, kap. XIII í skjali 2, varðveita sítt gildi, til freistin at fremja endurnýggjanar sýn er gingin út.
Sjóvinnustýrið, 5. apríl 2017
Hans Johannes á Brúgv (sign.)
/ Gunnvá S. á Lofti (sign.)
1) Fylgiskjølini eru ikki løgd út á logir.fo, men eru at finna í Kunngerðablaðnum, sí vinstra bredda á logir.fo, og á Regluportalinum hjá Sjóvinnustýrinum. Broytingarásetingar í Fráboðanum frá Sjóvinnustýrinum, sum verða kunngjørdar í kunngerðablaðnum verða ikki samanskrivaðar við upprunaásetingarnar her í logir.fo.
2) Broytt við kunngerð nr. 99 frá 6. juni 2018, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 15. juli 2018.