16. apríl 2019Nr. 40
Kunngerð um broyting í kunngerð um treytir fyri landing í Føroyum og uppboðssøla av veiddum fiski
(Undantak frá at landa svartkjaft í Føroyum)
§ 1
Í kunngerð nr. 28 frá 23. mars 2018 um treytir fyri landing í Føroyum og uppboðssøla av veiddum fiski, sum broytt við kunngerð nr. 35 frá 26. apríl 2018, verður § 4, stk. 3 orðað soleiðis:
“Stk. 3. § 1, stk. 1, nr. 19 er ikki galdandi í tíðarskeiðinum frá tí henda kunngerð kemur í gildi til og við 14. juni 2019.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 16. apríl 2019
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)