17. juni 2004Nr. 40
Kunngerð um at seta úr gildi kunngerð um postgjøld
Við heimild í § 23 í løgtingslóg nr. 135 frá 18. oktober 2001 um postvirksemi verður ásett, at:
§ 1. Kunngerð nr. 134 frá 11. oktober 2001 um postgjøld verður sett úr gildi.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 17. juni 2004
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)