22. apríl 2021Nr. 40
Kunngerð um broyting í kunngerð um landing í Føroyum
(Undantak frá at landa svartkjaft í Føroyum til og við 15. juni 2021)
§ 1
Í kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019 um landing í Føroyum, sum broytt við kunngerð nr. 16. frá 10. mars 2020, verður í § 1 sum nr. 8 sett:
“8) Svartkjaftur.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 16. juni 2021.
Fiskimálaráðið, 22. apríl 2021
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)