Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
31. mars 2020Nr. 40
Kunngerð um broyting í kunngerð um undantaksloyvi at fáa toll- og avgjaldsskyldugar vørur útflýggjaðar móti veiting av peningatrygd (tollkreditti)
(Leingjan av gjaldsfreist)
§ 1
Í kunngerð nr. 37 frá 7. juni 2004 um undantaksloyvi at fáa toll- og avgjaldsskyldugar vørur útflýggjaðar móti veiting av peningatrygd (tollkreditti), verður í § 2, stk. 1 aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Tollur og avgjøld, ið skuldu verða goldin 28. apríl, 28. mai og 28. juni 2020 verða í staðin goldin 28. juli og 28. august og 28. September 2020.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 30. september 2020.
Fíggjarmálaráðið, 31. mars 2020
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)