8. mai 2012Nr. 41
Kunngerð um broyting í kunngerð um áseting av søluprísi á heilivági
§ 1
Í kunngerð nr. 113 frá 1. juli 1992 um áseting av søluprísi á heilivági, sum seinast broytt við kunngerð nr. 81 frá 28. juni 2010 verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 16 verður soljóðandi:
“§ 16. Tá ið forskrift verður avgreidd, verður forskriftagjald á 9,00 kr. tikið fyri hvørja einstaka pakking.
Stk. 2. Við avgreiðslu í vaktartænastu millum kl. 17:30 og kl. 9:00 gerandisdagar, leygardagar tó frá kl. 14:00, umframt sunnu- og halgidagar, verður lagt afturat eitt vaktargjald fyri samlaðu avgreiðsluna á 30,00 kr. uttan mvg.”
2) § 18 verður strikað.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 15. mai 2012.
Heilsumálaráðið, 8. mai 2012
Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)