Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. mai 2013Nr. 41
Kunngerð um kost umborð á føroyskum skipum
Við heimild í § 53, stk. 1 og § 68 í løgtingslóg nr. 4 frá 15. januar 1988 um starvsviðurskifti v.m. hjá sjófólki, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, verður ásett:
§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri føroysk handilsskip. Handilsskip merkir øll skip uttan mun til nýtslu ella sigliøki, tó eru fiski- og stuttleikaskip undantikin.
§ 2. Kosturin umborð skal verða settur saman soleiðis, at tað neyðuga innihaldið av eggjahvítaevni, fiti og kolhydratum saman við vitaminum, mineralum og saltum er í kostinum.
Stk. 2. Kosturin skal vera so fjølbroyttur sum gjørligt og taka seg væl út.
Stk. 3. Kosturin skal setast saman og tillagast eftir veðurlagnum.
Stk. 4. Feskar rávørur skulu nýtast í mest møguligan mun. Djúpfrystar rávørur kunnu í hesum sambandi javnsetast við feskar rávørur.
Stk. 5. Kosturin skal gerast til og borðreiðast undir fullgóðum reinføri.
§ 3. Drekkivatnið umborð skal vera av nóg góðari góðsku og atkomuligt í nóg stórum mongdum í mun til støddina av manningini umborð.
§ 4. Borðreiðast skal við trimum høvuðsmáltíðum og við eini ella fleiri millummáltíðum. Nóg nógvur kostur skal borðreiðast soleiðis, at øll manningin verður mett.
§ 5. Kosturin skal tillagast mentan og átrúnaðarligu sannføringini hjá manningini umborð.
§ 6. Kosturin umborð skal vera sjófólkinum ókeypis í útmynstringartíðarskeiðinum.
Stk. 2. Partarnir kunnu avtala, at rætturin til ókeypis kost kann verða gingin á møti við at gjalda út kostpengar.
§ 7. Skiparin hevur skyldu til at tryggja, at reglurnar í hesari kunngerð verða fylgdar.
§ 8. Brot á § 2, stk. 1 og 5, og §§ 3, 4 og 6 verður revsað við bót.
Stk. 2. Løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært kapittul 5 í revsilógini.
Stk. 3. Tá revsing verður áløgd eftir stk. 2, verða persónar, ið onnur enn reiðarin hava sett at gera arbeiði umborð á skipinum, eisini at meta sum knýttir at reiðaranum. Er samsvarsskjal útflýggjað sambært koduni um tryggan skiparakstur ella loyvisbræv sambært sáttmálanum um starvsviðurskifti hjá sjófólki, MLC, til eitt annað felag ella persón, verða skiparin og sjófólkini eisini at meta sum knýtt at honum, sum skjalið er útflýggjað til.
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi 20. august 2013.
Vinnumálaráðið, 14. mai 2013
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)