Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. juni 2004Nr. 41
Kunngerð um óavgreiddan post og upplating av posti
Við heimild í § 13, stk. 2 í løgtingslóg nr. 135 frá 18.10.2001 um postvirksemi verður ásett:
§ 1. Adresseraður postur, ið er innlatin til flutning hjá postvinnurekandi, kann í førum, har tað ikki hevur verið gjørligt at finna móttakaran ella sendaran, uttan rættarúrskurð, verða latin upp av viðkomandi postvinnurekandi.
Stk. 2. Adresseraður postur kann somuleiðis, uttan rættarúrskurð, verða latin upp, tá tað verður gjørt fyri at staðfesta møguligan skaða á sendingina, meðan móttakarin er hjástaddur ella gevur sítt samtykki.
§ 2. Óavgreiddur postur, sum nevndur í § 1. kann einans latast upp og kannast av persónum, ið serliga eru útnevnd til hetta av leiðsluni hjá tí postvinnurekandi.
Stk. 2. Teir í stk. 1 nevndu persónar skulu skriva undir tagnarskylduváttan, har viðkomandi lovar ikki við vilja at lesa annað í upplatnum posti enn navn og adressu hjá móttakara ella sendara. Viðkomandi lovar harumframt, at tey ikki fráboða óviðkomandi nakað, sum viðkomandi hevur fingið kunnleika til í hesum sambandi. Posteftirlitið ger eina standardútgávu til eina tagnarskylduváttan.
Stk. 3. Tann í stk. 2 nevnda váttan skal verða goymd av tí postvinnurekandi í 7 ár eftir, at viðkomandi er givin í starvi hjá tí postvinnurekandi, ella at fulltrúin til at lata upp óavgreiddan post er tikin aftur.
§ 3. Lutir í posti, ið ikki kann avgreiðast sbr. § 1 innan 3 mánaðir eftir, at tann postvinnurekandi fekk postin um hendi, kunnu verða seldir.
Stk. 2. Søluágóðin skal, eftir at útreiðslurnar eru drignar frá, gjaldast honum, ið innan eitt ár eftir søluna sannar rætt sín. Annars fellur ágóðin til landið eftir at søluútreiðslurnar eru drignar frá.
Stk. 3. Virðisleysur postur verður burturbeindur.
Stk. 4. Søla uttan um almenna uppboðssølu má ikki verða til persónar, ið starvast hjá tí postvinnurekandi.
§ 4. Hendan kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd..
Vinnumálaráðið, 17. juni 2004
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)