Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Heilsumálaráðið
  • Útgávudagur: 30-04-2009
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2009 A - Hefti 10 A frá 30. apríl 2009
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

27. apríl 2009Nr. 41

Kunngerð um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð, sum seinast broytt við kunngerð nr. 104 frá 4. august 2015

1) Við heimild í § 5, stk. 4 og 5 og § 6, stk. 3 og 4 í løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið verður ásett:

§ 1. Viðgerð er ókeypis í sjúkrahúsverki Føroya fyri:

1)   Persónar, sum sambært § 5, stk. 1 – 3 í lógini, hava rætt til ókeypis viðgerð.

2)   Persónar, sum ikki eru búsitandi í Føroyum og sum ikki hava rætt til ókeypis viðgerð og kanning, sambært løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005, men har sjúkrahúsmyndugleikin í heimlandinum hjá viðkomandi hevur givið tilsøgn um gjald av útreiðslum, sum standast av viðgerðini.

3)   Persónar úr Norðurlondum ella Stórabretlandi, sum fáa bráðfeingis viðgerð í sambandi við bráðfeingis sjúku, skaða, barnsburð ella versnandi kroniska sjúku.

4)   Persónar, sum sambært altjóða avtalum ella øðrum avtalum hava rætt til ókeypis viðgerð.

§ 2. Persónar, sum ikki eru nevndir í § 1, skulu gjalda fyri viðgerð, kanning v.m. eftir reglunum í stk. 2.

Stk. 2. Gjaldið samsvarar við samlaðu útreiðslurnar, sum standast av viðgerðini og skal sum høvuðsregla ásetast eftir DRG skipanini, sum hon er lýst hjá danska Sundhedsstyrelsen, við støði í donsku krónuni.

Stk. 3. 2) 1) Gjaldið fyri viðgerð á intensivu deild er 29.100 kr. um samdøgrið.

Stk. 4. 2) 1) Gjaldið fyri sjúkraflutning í Føroyum samsvarar við útreiðslurnar, tó í minsta lagi 1.800 kr.

Stk. 5. 2) 1) Fyri samskifti og samskipan við útlendsk tryggingarfeløg, arbeiðsgevarar v.m. er ómaksgjaldið 6.000 kr.

Stk. 6. 2) Onnur gjøld kunnu ásetast sambært § 2 av sjúkrahúsunum í felag og skulu góðkennast av landsstýrismanninum.

§ 3. Gjaldið skal altíð gerast upp og gjaldast í sambandi við útskrivingina ella beint eftir útskrivingina.

Stk. 2. Um viðkomandi hevur spurningar um gjaldið, skal viðkomandi hava at vita kostnaðin av viðgerð ella kanning, áðrenn arbeiðið fer í gongd.

Stk. 3. Eru serligar umstøður, sum gera seg galdandi, kunnu sjúkrahúsini boðað frá, at ein einstøk viðgerð heilt ella partvíst verður ókeypis.

§ 4. Sjúkrahúsini kunnu hvør sær gera av, um trygd skal veitast fyri gjaldinum.

§ 5. Persónar, sum hava fastan bústað í Danmark ella Grønlandi og sum ganga í skúla ella eru í læru í Føroyum, hava rætt til ókeypis viðgerð.

§ 6. 2) 3) Persónar, sum í útbúgvingarørindum ella í sambandi við almannagagnligt arbeiði eru búsitandi uttanfyri Føroyar, sum eru í Føroyum, og sum frammanundan fráflyting úr Føroyum hava verið skrásettir í fólkayvirlitinum í minsta lagi 5 ár tilsamans hava, eftir ávísing frá lækna, rætt til ókeypis veitingar og viðgerð í føroyska sjúkrahúsverkinum eftir somu treytum, sum eru galdandi fyri persónar, sum eru búsitandi í Føroyum.

§ 6 a. 1) Sjúkrahúsini kunnu hvør sær áseta depositum fyri útlán av hjálpartólum í sambandi við viðgerð.

§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi 1. mai 2009.

 

 

Heilsumálaráðið, 27. apríl 2009

 

Hans Pauli Strøm (sign.)

landsstýrismaður

/ Poul Geert Hansen (sign.)

 



1) Broytt við kunngerð nr. 104 frá 4. august 2015.

2) Broytt við kunngerð nr. 76 frá 3. juni 2014.

3) Broytt við kunngerð nr. 15 frá 17. mars 2015.