Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. apríl 2022Nr. 42
Kunngerð um broyting í kunngerð um krøv til innflutning, útflutning, goymslu o.a. av vápnum og lóðri
(Reglur um vápnapass til ferðing millum lond við vápnum settar inn)
§ 1
Í kunngerð nr. 6 frá 13. januar 2021 um krøv til innflutning, útflutning, goymslu o.a. av vápnum og lóðri verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 3 c, § 3 h, stk. 2 og 3 og § 4, stk. 1-3 í løgtingslóg nr. 43 frá 22. mai 1969 um vápn o.a., sum broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 22. mai 2015 og løgtingslóg nr. 158 frá 20. november 2020, verður ásett:”
2. § 3 verður orðað soleiðis:
“§ 3. Útflutningsloyvi til vápn o.a., fevnd av § 2, stk. 1, nr. 1 í løgtingslógini, kunnu hava eina gildistíð upp til 1 ár.”
3. Aftan á § 3, men áðrenn yvirskriftina yvir § 4, verður sett:
“Vápnapass
§ 3 a. Umhvørvisstovan gevur eftir umsókn út vápnapass til vápn, fevnd av § 2, stk. 1, nr. 1 í løgtingslógini.
Stk. 2. Ein treyt fyri at fáa vápnapass er, at umsøkjari hevur vápnaprógv við vápnatrygdarskeiði.
Stk. 3. Vápnapassið skal hava hesar upplýsingar:
1) Navn, føðingardag og bústað hjá vápnapasshavara,
2) undirskrift hjá vápnapasshavara,
3) passmynd av vápnapasshavara,
4) navn, modell og seriunummar á vápnum og skrásetingarnummar í vápnaskránni,
5) vápnapassnummar, og
6) gildistíðina á vápnapassinum.
Stk. 4. Tá søkt verður um vápnapass, skal umsøkjari lata Umhvørvisstovuni:
1) Upplýsingar um navn, føðingardag, persónstal og bústað,
2) mynd av sínari undirskrift,
3) passmynd, sum ikki er eldri enn 2 ár,
4) upplýsingar um navn, modell og seriunummar á skotvápnum, sum søkt verður um vápnapass til, og
5) sítt vápnaprógvnummar.
Stk. 5. Fyri at fáa vápnapass útflýggjað skal rindast eitt gjald upp á 500 kr. til Umhvørvisstovuna.
§ 3 b. Vápnapass hevur eina gildistíð upp á 5 ár og kann nýtast við ferðing til skotkappingar, ítróttarlegur, veiðu o.tíl. í loyvistíðarskeiðinum, um vápnapasshavari kann skjalprógva endamálið við ferðini.
Stk. 2. Vápnapass loyvir eisini vápnapasshavara at hava eina rímiliga mongd av lóðri við til tey vápn, sum eru fevnd av vápnapassinum, og sum viðkomandi hevur við á ítøkiligu ferðini.”
4. Aftan á § 6 verður sett:
“Kæra
§ 6 a. Avgerðir hjá Umhvørvisstovuni sambært § 2 og § 3 a í hesi kunngerð kunnu kærast til Vinnukærunevndina. Kærufreistin er 4 vikur.
Stk. 2. Eftir 1. juli 2022 kunnu avgerðir sambært stk. 1 kærast til Føroya Kærustovn.
Revsing, gildiskoma og úrgildisseting”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Løgmansskrivstovan, 6. apríl 2022
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
/ John Rajani (sign.)