8. mai 2012Nr. 42
Kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum
§ 1
Í kunngerð nr. 7 frá 6. februar 2009 um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 73 frá 14. juni 2010, verður í § 2 sum nýtt stk. 8 sett:
"Stk. 8. Persónur eldri enn 18 ár, sum er føddur í 1974 ella seinni, og sum ikki hevur havt meslingar og ikki er koppsettur ímóti meslingum, kann verða koppsettur ímóti meslingum. Koppsetingin verður bjóðað sum ein MFR-koppseting."
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 15. mai 2012 og fer úr gildi aftur 1. januar 2013.
Heilsumálaráðið, 8. mai 2012
Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)