Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. mai 2013Nr. 42
Kunngerð um viðgerð av klagum umborð á føroyskum skipum
Við heimild í § 62, stk. 1 og § 68 í løgtingslóg nr. 4 frá 15. januar 1988 um starvsviðurskifti v.m. hjá sjófólki, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, verður ásett:
§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri klagur frá starvsettum umborð á skipi, sbrt. § 1, stk. 1 og § 47 í løgtingslóg um starvsviðurskifti v.m. hjá sjófólki, uttan mun til nýtsluna av skipinum og sigliøki, tó undantikið fiskiskip og frítíðarfør.
Stk. 2. Er ivi um, hvørt viðkomandi er fevndur av kunngerðini, tekur Sjóvinnustýrið avgerð í málinum aftaná, at málið hevur verið til ummælis hjá viðkomandi feløgum fyri reiðarar og sjófólk.
§ 2. Reiðarin hevur ábyrgd av, at gjørdar verða skrivligar mannagongdir fyri rímuliga, munadygga og skjóta viðgerð av klagum frá sjófólkum um viðurskifti viðvíkjandi hýruuppgerðini, skipstænastuni og starvsviðurskiftunum, umframt tilhaldsrúmum, frítíðarhentleikum, heilsutrygd, kosti og røkt umborð.
§ 3. Klagumannagongdin skal hava ásetingar um, at sjófólk altíð hevur rætt til at klaga til skiparan ella reiðaran og um neyðugt til viðkomandi myndugleikar.
Stk. 2. Tað skal vera greitt ásett í klagumannagongdini, at klagur skulu latast nærmasta yvirmanni sjófólksins. Um yvirmaðurin ikki kann loysa trupulleika nøktandi fyri sjófólkið, kann viðkomandi fara víðari til skiparan, ið skal tryggja ta framhaldandi viðgerðina av málinum.
Stk. 3. Skiparin kann klaga beinleiðis til reiðaran.
§ 4. Klagumannagongdin skal tryggja, at klagan verður viðgjørd uttan ógrundaðan steðg soleiðis, at sjófólkið hevur rímiligan møguleika at fara víðari við klaguni.
Stk. 2. Tað skal vera greitt ásett í klagumannagongdini, at mannagongdin ikki kemur ístaðin fyri rættin til at klaga, ið tann starvssetti annars hevur sambært lóggávu, sbr. § 9.
§ 5. Í klagumannagongdini skulu vera reglur um verju móti vandanum fyri persónsjagstran. Persónsjagstran fevnir um eina og hvørja neiliga atgerð frá manningini ella øðrum við tilknýti til skipið ella reiðaríið, ið er grundað á eina klagu, sum ikki bert hevur til endamáls at skaða reiðaríið ella ein starvssettan.
§ 6. Klagumannagongdin skal geva klagaranum rætt til altíð at hava hjásitara ella umboðan undir klaguviðgerðini.
§ 7. Allar klagur og avgerðir viðvíkjandi klagum skulu skrásetast umborð, og klagarin skal hava eitt avrit.
§ 8. Øll starvssett skulu, sum ískoyti til starvsavtaluna, hava eitt skjal útflýggjað við teimum mannagongdum, ið eru galdandi fyri klagur umborð á skipinum. Í skjalinum skal vera upplýst, hvussu starvsetti fær samband við Sjóvinnustýrið og viðkomandi myndugleika í bústaðarlandinum hjá starvsetta, um hesir eru ymiskir. Í skjalinum skulu eisini vera upplýsingar um ein ella fleiri persónar umborð á skipinum, sum í trúnaði kunnu geva tí starvssetta óhefta ráðgeving um klaguna og á annan hátt hjálpa viðkomandi at fylgja teimum klagumannagongdum, ið eru umborð á skipinum.
Stk. 2. Møguligar seinni broytingar í klagumannagongdini skulu latast øllum starvssettum.
§ 9. Treytað av innihaldinum í ósemjuni kann ein klaga verða løgd fyri:
1) Føroya Rætt, ella
2) føroysku fakrættarligu skipanina.
§ 10. Brot á §§ 2-8 verður revsað við bót.
Stk. 2. Løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært kapittul 5 í revsilógini.
Stk. 3. Tá revsing verður áløgd eftir stk. 2, eru persónar, ið onnur enn reiðarin hava sett at gera arbeiði umborð á skipinum, eisini at meta sum knýttir at reiðaranum. Er samsvarsskjal útflýggjað sambært koduni um tryggan skiparakstur ella loyvisbræv sambært sáttmálanum um starvsviðurskifti hjá sjófólki til eitt annað felag ella persón, eru skiparin og sjófólkini eisini at meta sum knýtt at honum, sum skjalið er útflýggjað til.
§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi tann 20. august 2013.
Vinnumálaráðið, 14. mai 2013
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)