Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
Kunngerð nr. 42 frá 16. juni 1952 um avhending av skyldueintøkum v.m.
Eftir § 2 í løgtingslóg nr. 31 frá 2. mai 1952 um landsbókasavn v. m. fyriskipar landsstýrið fylgjandi:
§ 1. Allar prentsmiðjur, sum eru ella koma í Føroyum, skulu lata 4 eintøk av øllum, sum prentað verður:
1 eintak til Føroya landsbókasavn,
1 eintak til Det kgl. Bibliotek, København,
1 eintak til Universitetsbiblioteket, København,
1 eintak til Statsbiblioteket i Aarhus.
Avhendingin til Det kgl. Bibliotek, Universitetsbiblioteket og Statsbiblioteket i Aarhus fer fram eftir lóg nr. 160 frá 1. juli 1927. (Smbr. kgl. fyriskipan nr. 206 frá 15. juli 1927).
§ 2. Føroya landsbókasavni verður latið umframt ta vanligu avhendingina eftir § 1 øll ser- og smáprent so sum lýsingarbløð, álmanakkar, ferðaæltanir, sangir, sálmar til gravarferðir, brúðarvígslur o. l. songskráir og alt tað, sum hevur søguligt, staðarligt ella persónligt virði, meðan onnur prent, sum ikki kunnu sigast at hava tílíkt virði so sum oyðubløð o. l. ikki verða tikin við.
§ 3. Føroya landsbókasavn hevur rætt til eftir avgerð landsstýrisins umframt fyrrnevndu skyldueintøk at krevja upp í 4 eintøk av øllum prentlutum, sum kunnu sigast at vera hóskandi til bókabýtis, so hvørt sum hesir verða útgivnir.
Forlagið ella forleggjarin er í hesum føri skyldugt at lata eintøkini ókeypis og prentsmiðjan innistendur fyri at avhendingin verður framd eftir reglunum.
Eftir somu heimild skal forlag ella forleggjari í Føroyum lata inn fríeintøk av teim prentlutum ókeypis, sum hann ella ta hevur latið prentað í Danmark ella í útlondum og sum, um teir vóru prentaðir í Føroyum, vildu komið undir regluna í § 2 og 3.
§ 4. Allar prentsmiðjur í Føroyum skulu í januar mánað senda Føroya landsbókasavni teir prentlutir, sum tær hava skyldu at lata, sum so gevur váttan fyri móttøkuna. Saman við avhendingini skal listi fylgja yvir allar prentlutirnar.
Føroya landsbókasavn sendir síðani skyldueintøkini til tey undir § 1 nevndu bókasøvn.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin.