21. juni 2004Nr. 42
Kunngerð um heilivágsskrá (farmakopé) og fyrimyndarreglur á heilivági
Við heimild í § 28 í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 8. mai 1991, verður ásett:
§ 1. Við føroyska farmakopé er at skilja:
1) European Pharmakopeia, 4th Edition 2002 við Supplement 4.1 – 4.6. Frá 1. apríl 2004 eisini European Pharmakopeia, 4th Edition Supplement 4.7 og frá 1. juli 2004 eisini European Pharmakopeia, 4th Edition Supplement 4.8.
2) Danske Lægemiddelstandarder 2004.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 36 frá 14. mars 2003 um heilivágsskrá (farmakopé) og fyrimyndarreglur á heilivági.
Almanna- og heilsumálaráðið, 21. juni 2004
Hans Pauli Strøm (sign.)
landsstýrismaður
/ Aibritt á Plógv (sign.)