Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. mai 2013Nr. 43
Kunngerð um skyldu arbeiðsgevarans at gera skrivliga avtalu við sjófólk um setanartreytirnar
Við heimild í § 3, stk. 3 og § 68 í løgtingslóg nr. 4 frá 15. januar 1988 um starvsviðurskifti v.m. hjá sjófólki, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, verður ásett:
§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri starvsviðurskifti hjá starvssettum umborð á skipi, sbrt. § 1, stk. 1 og § 47 í løgtingslóg um starvsviðurskifti v.m. hjá sjófólki, uttan mun til nýtslu av skipinum og sigliøki, tó undantikið fiskiskip og frítíðarfør.
Stk. 2. Eru ivamál um, hvørt viðkomandi er at meta sum starvssettur umborð, tekur Sjóvinnustýrið avgerð í málinum, aftaná at málið hevur verið til ummælis hjá viðkomandi feløgum fyri reiðarar og sjófólk.
§ 2. Reiðari, arbeiðsgevari ella tann, ið er komin í reiðarans ella arbeiðsgevarans stað, skal, áðrenn byrjað verður í starvinum, gera eina skrivliga starvsavtalu við tann starvssetta.
Stk. 2. Í starvsavtaluni skulu upplýsingar um allar týðandi treytir fyri starvsviðurskiftini vera, undir hesum:
1) Fulla navn, føðingardagur og ár ella aldur og føðistaður hjá tí starvssetta.
2) Navn og adressa hjá arbeiðsgevaranum.
3) Nær og hvar starvsavtalan er gjørd.
4) Starvið, sum tann starvssetti er settur at røkja.
5) Nær byrjað verður í starvinum.
6) Dagfesting fyri, nær hýran er galdandi frá.
7) Støddin á avtalaðu hýruni.
8) Fráfaringarstað og uppsagnarfreist. Um starvssetanin er tíðaravmarkað, skal vera tilskilað, nær avtalan endar.
9) Rættindi viðvíkjandi frítíð, frítíðarískoyti ella frítíð við løn.
10) Vanlig daglig ella vikulig arbeiðstíð.
11) Rættur til at verða sendur heim.
12) Skylda reiðarans ella arbeiðsgevarans at veita starvssetta heilsuvernd og sosiala trygd.
13) Hvørjir kollektivir sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum ella avtalur regulera starvsviðurskiftini. Tað skal upplýsast, hvørjir sáttmálapartarnir ella avtalupartarnir eru. Um partar uttan fyri virkið hava gjørt sáttmálan ella avtaluna, skulu upplýsingar vera um samleikan hjá hesum pørtum.
Stk. 3. Upplýsingarnar sambært stk. 2 skulu skrivast í eitt standard hýruavtaluskjal, sum Sjóvinnustýrið hevur góðkent. Hýruavtaluskjalið er at finna á heimasíðu Sjóvinnustýrisins, www.fma.fo.
Stk. 4. Tann starvssetti skal hava útflýggjað eitt eintak av starvsavtaluni, ið er undirskrivað av arbeiðsgevaranum.
Stk. 5. Tá ið starvsavtalan fer úr gildi, skulu skrivlig boð verða givin við upplýsingum um dagfesting fyri uppsøgnini og dagfesting fyri fráfaring úr starvi, umframt orsøkina til at starvsviðurskiftini enda.
§ 3. Í sambandi við eina og hvørja broyting av teimum í § 2, stk. 2, nr. 1-12 nevndu viðurskiftum skal gerast ein nýggj skrivlig starvsavtala ella eitt ískoyti til starvsavtaluna við tann starvssetta. Hetta er ikki galdandi, um orsøkin til broytingina eru broytingar í lógum, kunngerðum ella kollektivum sáttmálum, ið eru galdandi fyri starvsviðurskiftini.
§ 4. Viðvíkjandi upplýsingunum í § 2, stk. 2, nr. 6-12 verður skyldan sambært § 2, stk. 2 at gera eina skrivliga starvsavtalu mett at vera hildin, um tað í starvsavtaluni verður víst til lógir, fyrisitingarligar reglur og ásetingar í viðtøkum ella kollektivum sáttmála, ið eru galdandi fyri viðkomandi viðurskifti.
§ 5. Tá starvssetti byrjar tænastu umborð á skipi, skal hann hava starvsavtaluna við ella fáa eitt avrit av starvsavtaluni til vega, áðrenn skipið fer, at geva skiparanum, ið hevur hana í varðveitslu umborð, ta tíðina tann starvssetti er í tænastu umborð. Undirskriftin hjá tí starvssetta skal vera á avritinum. Umborð á skipum, sum eru í altjóða sigling, skal starvsavtalan vera umsett til enskt.
Stk. 2. Um starvsavtalan hjá tí starvssetta heilt ella partvís er eftir einum kollektivum sáttmála, skal reiðaríið tryggja, at eitt avrit av hesum sáttmála er tøkt umborð. Fyri tey skip, ið sigla í altjóða sigling og kunnu verða fyri havnastatseftirliti, skulu teir kollektivu sáttmálarnir ella partar av teimum, sum eru galdandi fyri tey starvssettu umborð, vera á enskum.
§ 6. Tað kann ikki við individuellari avtalu ella kollektivum sáttmála verða vikið frá ásetingunum í kunngerðini til bága fyri tann starvssetta.
§ 7. Tá ið Sjóvinnustýrið biður um tað, skal avrit av starvsavtaluni hjá tí starvssetta sendast stovninum.
Stk. 2. Skiparin hevur ábyrgdina av, at gjørt verður sum ásett í stk. 1.
§ 8. Brot á §§ 2, 3, 5 og 7 verður revsað við bót.
Stk. 2. Løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært kapittul 5 í revsilógini.
Stk. 3. Tá revsing verður áløgd eftir stk. 2, eru persónar, ið onnur enn reiðarin hevur sett at gera arbeiði umborð á skipinum, eisini at meta sum knýttir at reiðaranum. Er samsvarsskjal útflýggjað sambært koduni um tryggan skiparakstur ella loyvisbræv sambært sáttmálanum um starvsviðurskifti hjá sjófólki til eitt annað felag ella persón, eru skiparin og sjófólkini eisini at meta sum knýtt at honum, sum skjalið er útflýggjað til.
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi tann 20. august 2013.
Stk. 2. Starvsavtalur, ið eru gjørdar áðrenn henda kunngerð kemur í gildi, og sum ikki lúka reglurnar í hesi kunngerð, skulu í seinasta lagi 3 mánaðir aftaná gildiskomuna lúka reglurnar í hesi kunngerð.
Stk. 3. Allar starvsavtalur, ið verða gjørdar aftaná gildiskomuna, skulu vera í samsvari við hesa kunngerð. Tað sama er galdandi fyri starvsavtalur, ið verða endurnýggjaðar aftaná, at henda kunngerð er komin í gildi.
Vinnumálaráðið, 14. mai 2013
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)