Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. juni 2004Nr. 43
Fráboðan um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
§ 1
Í fráboðan løgmans nr. 12 frá 1. apríl 2004 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 2, løgmaður verður í kapitlinum “Fyrisitingarheimildir” sett afturat: “Ll. nr. 31 frá 06. mars 2003 um fíggjarligan stuðul til politiskt virksemi og politiska upplýsing.”
2) Í § 5, landsstýrismaðurin í fiskivinnnumálum verður í kapitlinum “Fyrisitingarheimildir” strikað hesi orðini: “Ll. nr. 51 frá 28. apríl 1992 um kavaravinnu, sum broytt við ll. nr. 67 frá 20. mai 1996.”
3) Í § 5, landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum verður í kapitlinum “Umsitingarøkið” strikað orðið: “kavaramál,”.
4) Í § 6, landsstýrismaðurin í innlendismálum verður í kapitlinum “Fyrisitingarheimildir” strikað hesi orðini: “Ll. nr. 31 frá 06. mars 2003 um fíggjarligan stuðul til politiskt virksemi og politiska upplýsing.”
5) Í § 6, landsstýrismaðurin í innlendismálum verður í kapitlinum “Fyrisitingarheimildir” settar afturat hesar lógir: “Ll. nr. 86 frá 14. desember 1998 um útjavningarstuðul til útjaðaraøki”, “ ll. nr. 82 frá 15. mai 2001 um fólka- og farmaflutning, sum seinast broytt við ll. nr. 75 frá 06. mai 2003” og “ ll. nr. 154 frá 20. desember 2001 um bygging av nýggjari suðuroyarferju, sum broytt við ll. nr. 10 frá 14. februar 2002”.
6) Í § 6, landsstýrismaðurin í innlendismálum verður í kapitlinum “Umsitingarøkið” skoytt uppí: “Landsstýrismaðurin umsitir eisini ferjur, buss og farmakoyring”.
7) Í § 6, landsstýrismaðurin í innlendismálum verður í kapitlinum “Løgtingslógaruppskot” sett inn í millum lista A, nr. 11 og lista A, nr. 13: “Listi A, nr. 12: Ferjur, buss- og farmakoyring”.
8) Í § 8, landsstýrismaðurin í vinnnumálum, verður í kapitlinum “Fyrisitingarheimildir” sett afturat: “Ll. nr. 51 frá 28. apríl 1992 um kavaravinnu, sum broytt við ll. nr. 67 frá 20. mai 1996.”
9) Í § 8, landsstýrismaðurin í vinnumálum verður í kapitlinum “Fyrisitingarheimildir” strikaðar hesar lógir: “Ll. nr. 86 frá 14. desember 1998 um útjavningarstuðul til útjaðaraøki”, “ll. nr. 82 frá 15. mai 2001 um fólka- og farmaflutning sum seinast broytt við ll. nr. 75 frá 06. mai 2003” og “ll. nr. 154 frá 20. desember 2001 um bygging av nýggjari suðuroyarferju, sum broytt við ll. nr. 10 frá 14. februar 2002”.
10) Í § 8, landsstýrismaðurin í vinnumálum verður í kapittlinum “Umsitingarøkið” 1. reglubrot sett afturat sum nýtt pkt.: “Landsstýrismaðurin umsitir somuleiðis kavaramál”.
11) Í § 8, landsstýrismaðurin í vinnumálum verður í kapitlinum “Umsitingarøkið” afturat orðinum “samferðslumál” sett “tó ikki ferjur, buss og farmakoyring”.
12) Í § 8, landsstýrismaðurin í vinnumálum verður í kapitlinum “Løgtingslógaruppskot” strikaði orðini “ferjur, buss- og farmakoyring”.
§ 2
Fráboðanin fær gildi dagin eftir kunngerðing, tó fær § 1, nr. 5, 6, 7, 9, 11 og 12 gildi 5. juli 2004.
Løgmansskrivstovan, 23. juni 2004
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)