24. mars 2023Nr. 43
Kunngerð um broyting í kunngerð um persónliga viðbót sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
(Hjálparískoyti sambært løgtingslóg um familjuískoyti telur ikki sum inntøka o.a.)
§ 1
Í kunngerð nr. 19 frá 14. mai 2004 um persónliga viðbót sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a., sum broytt við kunngerð nr. 27. frá 6. apríl 2005, kunngerð nr. 92 frá 23. juni 2005, kunngerð nr. 10 frá 10. februar 2015, kunngerð nr. 46 frá 29. apríl 2019 og kunngerð nr. 139 frá 3. november 2022, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í innganginum verður “seinast” strikað.
2. Í § 4, stk. 1 verður aftan á “oljuískoyti” sett: “og hjálparískoyti”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almanna- og mentamálaráðið, 24. mars 2023
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)