Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. juli 2004Nr. 44
Kunngerð um broyting í kunngerð um útbúgvingarstuðul
§ 1
Í kunngerð nr. 103 frá 26. juli 2000 um útbúgvingarstuðul sum broytt við kunngerð nr. 74 frá 8. august 2002 verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 3, stk. 1, nr. 3 verður orðað soleiðis:
“3) er ein viðurkend miðnámsútbúgving ella partur av eini viðurkendari miðnámsútbúgving ella”
2. § 3, stk. 5 verður orðað soleiðis:
“Stk. 5. Viðurkendar miðnámsútbúgvingar eru: Students-, HF-, HH-, fiskivinnu- og HT-útbúgving. Viðurkendir partar av eini miðnámsútbúgving eru: FHS-, SIT- og atstøðisútbúgving.”
3. § 4 verður orðað soleiðis:
“§ 4. Fyri at koma undir heiltíðarlestur sum nevnt í § 3 stk. 2 krevst, tá talan er um tær í § 3 stk. 1 nr. 2, 3, 4, at tann lesandi hevur minst 20 lestrartímar um vikuna. Tó kunnu lesandi við heimabúgvandi børnum undir 10 ár koma undir reglurnar um heiltíðarlestur, um tey hava í minsta lagi 16 tímar um vikuna.
Stk. 2. Fyri aðrar útbúgvingar verður farið eftir reglunum í § 2 tá metast skal um heiltíðarlestur. Í ivamálum tekur Stuðulsstovnurin avgerð. ”
4. Í § 8, stk. 2, pkt. 2 verður aftaná orðini “har umsøkjarin hevur fingið” sett: “vanligan mánaðarligan”
5. Í § 10 verður sum nýtt stk. 2 sett:
“Stk. 2. Ískoytisstuðul til ferðing sbrt. stk. 1 verður eisini latin næmingum til og frá starvsvenjingarstaði, um so er, at starvsvenjingartíðarskeiðið er samanhangandi og varar í minsta lagi 4 vikur.”
Stk. 2, 3, 4 og 5 verða hereftir stk. 3, 4, 5 og 6.
6. Í § 12 verður stk. 2 orðað soleiðis:
“Stk. 2. Treytirnar fyri at fáa stuðul sbrt. stk. 1 eru, at sjóvegis farleið er millum heimabústað og skúlan ella at vegalongdin millum heimstaðarbýin/ bygdini og skúlabýin/ bygdina er longri enn 50 km. sambært almennu ásetingunum hjá Landsverkfrøðinginum.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2004.
Tórshavn 2. juli 2004
Jógvan á Lakjuni (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Petersen (sign.)