9. maj 1997Nr. 44
Kunngerð um útgjald úr arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum
Við heimild í § 4, stk. 2, § 5, stk. 2, § 8, stk. 2 og § 10A í løgtingslóg nr. 39 frá 7 . mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn við seinni broytingum, verður fyrisett:
§ 1. Arbeiðsmarknaðareftirløn verður goldin úr grunninum við grundarlagi í skrásetingum í fólkayvirlitinum. Útgjald úr grunninum verður útgoldið ókravt.
Stk. 2. Toll og Skattstovan stendur fyri útgjaldingini, sum hvønn mánaða verður sett á sparikassa-, banka- ella girokonto.
Stk. 3. Útgjaldingar av arbeiðsmarknaðareftirløn skulu vera til skjals fyri grannskoðara grunsins.
Stk. 4. Avgerðir um útgjald úr grunnurin kunnu innan 4 vikur kærast til landsstýrismannin í arbeiðsmarknaðarmálum.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.