Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. mai 2010Nr. 44
Kunngerð um broyting í kunngerð um treytir fyri avreiðing í Føroyum og uttanlands
§ 1
Í kunngerð nr. 95 frá 27. juni 2005 um treytir fyri avreiðing í Føroyum og uttanlands, sum broytt við kunngerð nr. 18 frá 22. mars 2006, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 1 verður sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Ásetingarnar fevna ikki um avreiðingar og veiðu hjá fiskiførum, sum á einum túri bert hava verið á beinleiðis veiði eftir stinglaksi, langasporli og blálongu.”
2) Aftaná § 3 verður, áðrenn yvirskriftina “Avreiðingar uttanlands”, sett:
“§ 3a. Uppboðssølukravið í § 3 er ikki galdandi fyri kalva, hávasløg og skøtusløg.
Stk. 2. Fram til 1. september 2010 er uppboðssølukravið ikki galdandi fyri hýsu.”
3) § 4, stk. 2 verður strikað.
Stk. 3-6 verða hereftir stk. 2-5
4) § 5 verður orðað soleiðis:
“§ 5. Tann í § 4, stk. 6 tilskilaða skráseting verður gjørd fyri 4. hvønn mánað fyri hvørt fiskifarið sær.
Stk. 2. Um fiskifør, sum eru í fiskidagaskipanini, hava avreitt meir enn loyvdu nøgdina av samlaðu veiðuni beinleiðis uttanlands, roknað fyri 4. hvønn mánað, verður fiskidagatalið, sum er nýtt til at veiða nøgdina, sum er avreidd ov nógv uttanlands í tíðarskeiðinum, ella nýtslan av egnari árskvotu, sum er avreidd ov nógv uttanlands í tíðarskeiðinum, hækkað við 30%. Um fiskifør, sum ikki eru í fiskidagaskipanini, hava avreitt meir enn loyvdu nøgdina av samlaðu veiðini beinleiðis uttanlands, roknað fyri 4. hvønn mánað, skal fiskifarið rinda avgjald, svarandi til 30% av søluvirðinum av tí veiði, sum er avreidd ov nógv beinleiðis uttanlands.
Stk. 3. Tá fiskidagar ella egin árskvota verða roknaðar sum nýttar sbrt. stk. 2, 1. pkt., verður hækkingin fyri seinasta uppgjørda tíðarskeiðið í einum fiskiári tikin av rættindunum hjá loyvishavara komandi fiskiárið.
Stk. 4. Tá kvotur undir Íslandi verða roknaðar sum nýttar sbrt. stk. 2, 1. pkt., kann Fiskiveiðieftirlitið í fiskiárinum, kvoturnar verða roknaðar sum nýttar, loyva øðrum skipum, sum hava loyvi at fiska undir Íslandi, at veiða kvoturnar. Kvoturnar verða býttar millum øll skip, sum hava loyvi at fiska undir Íslandi eftir teirra kvotuparti, tá uppgerðartíðarskeiðið endar.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 10. mai 2010
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)