27. mars 2000Nr. 44
Kunngerð um setan og uppsøgn av tænastumonnum á landsins serforsorgarstovnum
Við heimild í § 3 í løgtingslóg nr. 31 frá 5. juli 1971 um tænastumenn landsins, við seinni broytingum, verður ásett:
§ 1. Tænastumenn í størvum upp til og við 20. lønarflokk á landsins serforsorgarstovnum verða settir í starv av Serforsorgini.
§ 2. Tænastumenn í teimum í § 1 nevndu størvum verða loystir úr starvi av Serforsorgini, tó kann bert landsstýrismaðurin loysa tænastumenn úr starvi uttan umsókn.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 3 frá 15. januar 1990.
Almanna- og Heilsumálastýrið, 27. mars 2000
Helena Dam á Neystabø (sign.)
landsstýrismaður
/ Høgni Joensen (sign.)