Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. apríl 2022Nr. 45
Kunngerð um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum, sum broytt við kunngerð nr. 2 frá 30. januar 2024
1) Við heimild í § 25, stk. 4, § 34, stk. 1, nr. 1 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021 og løgtingslóg nr. 155 frá 20. desember 2023, verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri fiskiskap í føroyskum sjógvi og ásetir reglur um veiðibann á gýtingarleiðum.
Gýtingarleiðir, friðaðar fyri ymiskum reiðskapi
§ 2. 1) Loyvt er ikki at veiða á leiðum við reiðskapi í tíðarskeiði, sum niðanfyri tilskilað:
1) Í tíðarskeiðinum frá 1. februar til 1. mai er ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihátti innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
a) 61°40,000 N - 008°25,000 V
b) 61°54,000 N - 008°40,000 V
c) 61°54,000 N - 007°25,500 V
d) 61°58,000 N - 007°15,000 V
e) 61°53,000 N - 007°04,000 V
f) 61°45,000 N - 007°04,000 V
g) 61°40,000 N - 007°16,000 V
h) 61°40,000 N - 008°25,000 V
2) Í tíðarskeiðinum frá 1. februar til 1. mai er fiskiførum størri enn 80 tons, fiskifør uttan egningarmaskinu tó undantikin, ikki loyvt at veiða við línu millum 315° rættvísandi úr Barðinum, 62°08,800 N - 007°26,000 V, og 360° rættvísandi úr Mýlingi, 62°18,180 N - 007°12,500 V, og millum 6 fjórðingar og 12 fjórðingar úr grundlinjunum.
3) Í tíðarskeiðinum frá 1. februar til 1. mai er ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihátti, veiða við snellu og garnaveiða eftir havtasku tó undantikin, millum 315° rættvísandi úr Barðinum, 62°08,800 N - 007°26,000 V, og 360° rættvísandi úr Mýlingi, 62°18,180 N - 007°12,500 V, frá 12 fjórðingum úr grundlinjunum og út á linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
a) 62°32,000 N - 008°15,000 V
b) 62°46,000 N - 007°12,500 V
4) Í tíðarskeiðinum frá 15. januar til 15. mai er ikki loyvt at veiða við troli millum 360° rættvísandi úr Mýlingi, 62°18,180 N - 007°12,500 V, og 360° rættvísandi úr Ennibergi, 62°23,816 N - 006°33,633 V, frá 12 fjórðingum úr grundlinjunum og út á linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
a) 62°46,000 N - 007°12,300 V
b) 62°48,000 N - 007°00,000 V
c) 62°50,000 N - 006°33,633 V
5) Í tíðarskeiðinum frá 1. februar til 1. mai er ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihátti, veiða við snellu, snøri og tráðu tó undantikin, millum 360° rættvísandi úr Mýlingi, 62°18,180 N - 07°12,500 V, og 360° rættvísandi úr Kallinum, 62°22,250 N - 006°48,333 V, og millum 6 fjórðingar og 12 fjórðingar úr grundlinjunum.
6) Í tíðarskeiðinum frá 1. februar til 1. mai er ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihátti millum 360° rættvísandi úr Ennibergi, 62°23,816 N - 006°33,633 V, og longdarstigið 006°15,000 V millum 12 fjórðingar og 16 fjórðingar úr grundlinjunum, og millum 360° rættvísandi úr Ennibergi, 62°23,816 N - 006°33,633 V, og longdarstigið 006°00,000 V millum 16 fjórðingar úr grundlinjunum og út á eina linju drigin millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
a) 62°45,000 N - 006°33,633 V
b) 62°37,000 N - 006°00,000 V
7) Í tíðarskeiðinum frá 15. januar til 1. apríl er ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihátti, línuveiða og snelluveiða undantikin, innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
a) 62°20,000 N - 005°45,000 V
b) 62°20,000 N - 005°25,000 V
c) 62°15,000 N - 005°25,000 V
d) 62°09,000 N - 005°40,000 V
e) 62°09,000 N - 005°50,000 V
f) 62°20,000 N - 005°45,000 V
8) Í tíðarskeiðinum frá 15. februar til 15. mai er ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihátti á Føroyabanka innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
a) 60°57,333 N - 007°57,000 V
b) 61°03,000 N - 007°57,000 V
c) 61°15,500 N - 008°16,000 V
d) 61°13,333 N - 008°42,200 V
e) 61°00,000 N - 009°11,000 V
f) 60°48,666 N - 009°25,000 V
g) 60°26,000 N - 009°08,416 V
h) 60°36,500 N - 008°45,000 V
i) 60°45,666 N - 008°37,000 V
j) 60°57,333 N - 007°57,000 V
Stk. 2. 1) Undantikin veiðibanninum í § 2, stk. 1, nr. 1 er veiða við snellu og veiða við gørnum eftir havtasku. Undantikin er eisini veiða við fiskiførum við maskinorku undir 500 HK í tí partinum av økinum, ið umskarast við økið R sambært § 3, stk. 18 í kunngerð um at friða ávísar leiðir í føroyskum sjógvi fyri veiðu við troli og øðrum reiðskapi.
Revsing o.a.
§ 3. Brot á § 2 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Gildiskoma og úrgildisseting
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 23 frá 16. mars 2005 um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum fyri skip úr Noregi og ES-londum og kunngerð nr. 4 frá 9. februar 2006 um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum.
Fiskimálaráðið, 6. apríl 2022
Árni Skaale (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
1) Broytt við kunngerð nr. 2 frá 30. januar 2024, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. februar 2024.”