Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. mai 2024Nr. 45
Kunngerð um gjald til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn
Við heimild í § 2, stk. 3 í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991, sum broytt við løgtingslóg nr. 149 frá 20. desember 2012 og løgtingslóg nr. 43 frá 26. apríl 2019, verður ásett:
§ 1. Skyldu at rinda í grunnin hava allir persónar, sum eru undir skattskyldu í Føroyum, og allir arbeiðsgevarar, sum gjalda út A-inntøku, sbrt. § 60 í skattalógini.
Stk. 2. Persónar, sum hava nátt fólkapensjónsaldur, sbrt. § 4 í løgtingslóg um almannapensjónir o.a., skulu ikki rinda í grunnin galdandi frá ársbyrjan tað árið, teir náa fólkapensjónsaldur. Persónar, sum eru trý ár frá at náa fólkapensjónsaldur, og sum ikki áður hava havt fastan bústað í Føroyum, rinda einki í grunnin.
Stk. 3. Persónar, sum eru avmarkað skattskyldugir til Føroya, rinda ikki til grunnin av løn undir FAS skipanini ella av løn fyri arbeiði umborð á skipi, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt. í skattalógini verður javnmett við skip, ið er skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tað var føroyskt, hevði lokið treytirnar í § 1, stk. 1 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá.
§ 2. Arbeiðsgevari rindar eitt í løgtingslógini ásett prosent av samlaðu útgoldnu A-inntøkuni.
Stk. 2. Tá A-inntøka verður rindað, skal arbeiðsgevarin avrokna sín part av gjaldinum til TAKS:
1) við at geva TAKS fulltrú til at taka gjaldið av peningastovnskonto hjá viðkomandi, ella
2) við at rinda gjaldið eftir rokning frá TAKS.
Stk. 3. Gjaldið eftir rokning frá TAKS skal gjaldast innan 20 dagar eftir, at TAKS hevur sent rokningina.
§ 3. Persónar rinda eitt í løgtingslógini ásett prosent av skattskyldugu inntøkuni. Gjaldið verður kravt inn saman við fyribilsskattinum, og verður endaliga gjørt upp árið eftir í skattauppgerðini.
§ 4. Gjøld sambært § 2, sum eru minni enn 50 kr. um árið, verða ikki kravd.
§ 5. Verður útrokningargrundarlagið sbrt. § 2 broytt aftaná, at gjaldið er kravt, verður munurin bert kravdur ávikavist útgoldin, um hann er størri enn 50 kr.
Stk. 2. Verður inntøkugrundarlagið sbrt. § 3 broytt aftaná, at gjaldið er kravt, verður munurin bert kravdur ávikavist útgoldin, um hann er størri enn 200 kr.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2024. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 145 frá 25. november 2009 um gjald til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn.
Fíggjarmálaráðið, 21. mai 2024
Ruth Vang (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)