12. apríl 2023Nr. 46
Kunngerð um broyting í kunngerð um landing í Føroyum
(Undantak frá at skula landa svartkjaft í Føroyum til og við 15. juni 2023)
§ 1
Í kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019 um landing í Føroyum, sum broytt við kunngerð nr. 16 frá 10. mars 2020, kunngerð nr. 40 frá 22. apríl 2021, kunngerð nr. 127 frá 24. august 2021, kunngerð nr. 154 frá 6. desember 2021, kunngerð nr. 50 frá 22. apríl 2022, kunngerð nr. 128 frá 19. september 2022 og kunngerð nr. 1 frá 10. januar 2023, verður í § 1 sum nr. 8 sett:
“8) Svartkjaftur.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 16. juni 2023.
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, 12. apríl 2023
Dennis Holm (sign.)
landsstýrismaður
/ Elin Mortensen (sign.)