12. juli 2004Nr. 46
Kunngerð um ellisakfør
Við heimild í § 13 a, stk. 2 í løgtingslóg nr. 38 frá 31. mars 1982 um vektgjald av motorakførum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 42 frá 9. apríl 2003 verður ásett:
§ 1. Ellisakfar, er akfar, sum er 25 ár ella meira, hevur upprunaskap, og er skrásett sum ellisakfar.
§ 2. Ellisakfar kann ikki nýtast til vinnuligan flutning.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 33 frá 12. apríl 1996 um ellisakfør.
Fíggjarmálaráðið, 12. juli 2004
Bárður Nielsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)